Svøríki skal hava nýggja fregnartænastu

Svøríki skal hava eina nýggja sivila uttanríkisfregnartænastu (UND), sum skal stuðla hernaðarligu fregnartænastuna.

Svenski uttanríkisráðharrin, Maria Malmer Stenergard, legði týsdagin fram eina nýggja útlendska fregnartænastu (UND). Her sæst hon í Uttanríkisráðnum í Brússel í februar. (Savnsmynd). - Mynd: John Thys/Ritzau Scanpix

Tað upplýsir svenska tíðindastovan TT.

Maria Malmer Stenergard, uttanríkisráðfrú. legði nýggja myndugleikan fram á tíðindafundi í dag.

– Sum kunnugt hava vit eina álvarsama trygdarpolitiska støðu og møta eini breiðari og samansettari hóttanarmynd hvønn dag. Hetta setur nýggj og økt krøv til førleikar okkara, segði hon.

Nýggi myndugleikin skal vera við til at geva eina betri heildarmynd av hóttanunum móti Svøríki.

Hernaðarliga fregnartænastan og trygdartænastan í Svøríki, Must, fer framvegis at vera til.

Tó verða ávís ábyrgdarøki yvirtikin av nýggja myndugleikanum.

/Ritzau/