Systkini á Váli syngja á Toftum

Ídag kl. 11.30 verður forkunnug sangvitjan í Nebo á Toftum, har Systkini á Váli fara at syngja Tað verður forkunnug sangvitjan á Toftum í dag. Á møtinum í Nebo kl. 11.30 fara systkini á Váli at vitja. Tey eru Jóannes á Váli, Charlotta á Váli Olsen og Brita á Váli Smith.

Ætlanin er, at tey í yngra Váli ættarliðnum eisini fara at taka lut við sangi og spæli.

Jóannes, Charlotta og Brita hava sungið í mong ár. Tey sungu í Betesda kórinum og síðani 1972, tá ið tey fluttu úr Klaksvík og til Havnar, hava tey sungið í Ebenezer kórinum.

Umframt at syngja í kórinum, so syngur Jóannes í dupultkvartettini í Ebenezer, og Charlotta og Brita syngja í Triple trioini í Ebenezer. Ofta eru tey trý solosangarar í kórinum, dupult kvartettini og triplo trioini.

Hóast tað so ofta eru boð eftir teimum, so eru tað kortini viðhvørt stundir til familjusangin, sum tey so ofta hava glett so mong við, eisini saman við beiggjanum, Ólavi, sum tað longu 19. februar í 2005 vóru boð eftir at syngja í himmalska kórinum. Fløgan ? Sterk var tann hond - sum tey á Váli góvu út í 1997, hevur verið og verður framvegis nógv spæld.

kelda: www.nebo.fo