Monika Stauss Joensen á violin og Andrea Stauss Hofmann á orgul og klaver, fara í samband við summartónar at framføra í Klaksvík og Fuglafirði.
Týsdag 2. juli kl 19.30 2024 framføra tær í Fuglafjarða kirkju og hósdagin 4. juli 2024 kl.19.30 spæla tær konsert í Christianskirkjuni í Klaksvík. Andrea spælir bæði á orgul og flygil.
Tónleikararnir eru systrar og upprunaliga úr Sveis. Monika hevur búð í Føroyum í nógv ár og arbeitt sum violinleikari og violinlærari innan Føroya Musikkskúla. Andrea býr í Sveis, har hon arbeiðir sum orgulleikari í ymiskum kirkjum.
Hvørt ár spæla tær á ymiskum støðum í Sveis, meðan Monika vitjar heimland sítt. Andrea hevur óteljandi ferðir vitjað oyggjarnar, og hava tær saman spælt fleiri konsertir kring Føroyar.
Á skránni er fjøllbroyttur tónleikur eftir m.a. Bach, Moffat, Svendson, Spohr og upprunað færoyska tónar av Kristian Blak, Laila Nielsen og Simona Eivindsdóttir
Konsertirnar eru ókeypis. Øll eru hjartaliga vælkomin.