Tíðarætlan fyri kloakk heldur

Arbeiðið við at gera nýggja kloakkskipan í Nólsoy gongur eftir ætlan. Alt tað »tunga« arbeiði er liðugt, og nú verður farið undir ovara part av bygdini

Hóast kunngerðin um at kommunur í seinasta lagi í 2010 skulu føra allar kloakkir um reinsiverk og út á streymasjógv ikki er lýst enn, arbeiða flestu kommunur sum um at hetta var hent.

Serliga Havnar kommuna hevur gjørt nógv við at fáa hesa skipan setta í verk, og umframt at nógv er gjørt í Havn, eru eisini hesar skipani settar í verk í Hesti og nú eisini í Nólsoy.

Arbeiðið byrjaði tíðliga í summar úti í Nólsoy, og talan er um eina umfatandi broyting í kloakkskipanini. Øll kloakering skal førast úr víkini og út á streymasjógv, og tað merkir, at ein pumpustøð og tríggir pumpubrunnar skuldu setast upp, tí hæddarmunurin er so stórur úr suður- og miðbygdini, norður um kirkjugarðin, har kloakkskipanin verður leidd út á streymasjógv.

- Vit vóru greiðir yvir, at hesin parturin av arbeiðinum fór at verða drúgvur, tí neyðugt var at grava sera djúpt, sigur Frank Hellisdal, sum við felagið sínum, Maskingrevstur, ger arbeiðið.

Talan hevur í støðum verið um manshædd, ið neyðugt hevur verið at grava niður.

 

Fyrsta av sínum slag

Tað tunga arbeiði er nú liðugt, og farið verður nú undir at leggja nýggja kloakkskipan í ovara parti av bygdini.

- Vit fara nú undir at leggja kloakkina frá Mýruni og niðan á Eggjargøtu, og tað arbeiðið skal helst verða liðugt áðrenn jól. Men tað, sum nú er eftir, verður munandi lættari, tí nú verður talan um munandi grynri gryftir, sigur Frank Hellisdal.

Higartil hevur tíðarætlanin hildið, og væntandi verður alt arbeiðið liðugt einaferð komandi summar.

Viðvíkjandi pumpustøðini er at siga, at talan er um fyrsta pumpuhúsið av sínum slag í Føroyum. Pumpan verður stýrd úr Havn, og har síggja teir beinanvegin, um nakað er í ólagi við pumpuni.

Teir hava verið úr trimum upp í fimm mans til arbeiðis hesar seks mánaðirnar, arbeiðið higartil hevur vart.