2. deild
Undan dystinum leygardagin lá NSÍ saman við VB á niðasta plássið. LÍF hinvegin hevði við nøkrum góðum úrslitum seinastu dystirnar, arbeitt seg uppá annað plássið.
Tí var tað eitt sindur óvæntað, at dysturin endaði sum hann gjørdi. NSÍ vann dystin 3-0, og var tað fult uppiborið. Ikki tí at munurin leikliga sæð var stórur. Tvørtímóti var tað LÍF sum hevði bóltin mest, men teir gjørdist ongantíð vandamiklir.
NSÍ betri
NSÍ byrjaði dystin betri, og trýstu teir lorvíkingar fyrstu løtuna. Málmøguleikar vóru tó ikki nógvir av, og sum fyrri hálvleikur leið, kom LÍF meiri við í dystin. Men tað var júst sum LÍF var við koma fyri seg, at NSÍ skorar fyrsta málið. Hetta var einar 10 minuttir fyri hálvleik
Fríspark verður dømt nakað uttanfyri brotsteigin hjá lorvíkingum. Veteranurin Oddfríður Gaardbo verður settur at skjóta, og við einum góðum skoti setur hann bóltin í mál.
Lorvíkingar skuldu nú fram á vøllin, og teir royndu eisini at trýsta í byrjanini av seinna hálvleiki. Teir høvdu bóltin nógv, men komu ongantíð fram til teir stóru málmøguleikarnir. Tá hetta ikki gav úrslit, dovnaði spælið hjá teimum.
Dysturin avgjørdur
Miðskeiðis í seinna hálvleiki verður dysturin avgjørdur. NSÍ hevur horna og bólturin kemur væl innfyri. Lorvíkingar fáa ikki bóltin burtur, og so kann Jústinus Hansen seta fótin á til 2-0.
Besti møguleikin hjá LÍF kom tá tað restaðu 10 minuttir at spæla. Tomek Rezel tekur eitt fríspark 20 metrar frá málinum, men bólturin brestur á tvørtræið. Nærri komu lorvíkingar ikki, og tí hevði verjan hjá NSÍ ikki stórvegis trupulleikar at verja leiðsluna.
Tá einir fimm minuttir eru eftir, kiksar offside-fellan hjá LÍF, og Mortan Hansen kann renna einsamallur ígjøgnum, og skora til 3-0.
Sostatt fekk NSÍ trý týdningarmikil stig í botnstríðnum, meðan LÍF misti nakað upp til Vágamenn og Sumbingar.
Dysturin í tølum:
NSÍ -LÍF 3-0(1-0)
1-0: Oddfríður Gaardbo
2-0: Jústinus Hansen
3-0: Mortan Hansen