Tíggju ár við ferðavinnu

Tíggju ár eru liðin, síðan felagið Feðravinnan í Vágum varð stovnað. Menningin hevur verið heilt stór síðan tá, sigur formaðurin í felagnum, sum í dag rekur Kunningarstovuna í Vágum

Ferðavinnan í Vágum hevur 10 ár á baki sum skipað felag. Broytingarnar eru so stórar, at tað ber ikki til at samanbera viðurskiftini tá og nú yvirhøvur, sigur Niels Olgar Joensen, formaður í Felagnum Vágar, sum í dag rekur Kunningarstovuna í Vágum.
Einaferð fyrst í nítiárunum vendi Ferðaráðið sær til táverandi kunningardiskin á flogvøllinum, við eini áheitan um at seta á stovn eina kunningarstovu í Vágum og fáa ferðavinnuna í oynni meira skipaða.
Kalle Soll var tá leiðari á kunningarstovuni, og hann legðist ikki á boðini. Saman við Egini Simonsen, Finnboga Niclasen og Niels Olgari Joensen varð farið undir fyrireikingarnar til at skipa ferðavinnuna í Vágum.
Tann 11. oktober 1993 varð so felagið við navninum Ferðavinnan í Vágum skipað, greiðir Niels Olgar Joensen frá. Tá høvdu tey fyrireikað felagið í umleið eitt ár, sigur hann.
Umstøðunar vóru ikki nakað soleiðis at skriva um, minnist Niels Olgar Joensen. Eingin fyrisiting var. Tað var ikki hugsandi um. Nevndin, sum sat, mátti taka sær av tí, sum gerast skuldi. Og tað vóru tey mest óhugsandi støðini, ein kundi vera staddur, tá ringt varð til kunningarstovuna. Eitt nú veit hann seg hava staðið niðri í einum súrhoyggjabrunni og tikið í móti boðum í samband við ferðavinnu, greiðir hann frá.
Seinni varð so eitt fólk sett nakrar tímar um vikuna at taka sær av uppgávunum hjá feðravinnuni. Men peningur var ikki til nakað fulltíðarstarv, sum avgjørt er neyðugt, um nakað munagott skal fáast burturúr.
Í dag eru treytirnar heilt aðrar, vísir hann á. Nú er Kunningarstova í Miðvági og kunningardiskur á flogvøllinum við hálvumtriðja starvi. Opið er allan dagin, og umstøðurnar annars eru góðar.
?Annað lagið var, tá vit byrjaðu. Fyrsti faldarin, vit lótu frá okkum, var ein kopieraður A4 faldari, minnist Niels Olgar Joensen. Í dag liggja litfaldarar við blonkum pappíri í rúgvuvís á Kunningarstovuni.
Og nevndin kann nú bara seta út í kortið og so lata starvsfólkini um restina. Jú, ásannar Nirls Olgar Joensen, broytingin tykist fullkomin.
Tó kundi hann hugsað sær, at vágafólk brúktu Kunninarstovuna í fullan mun.
Eitt nú við at siga Kunningarstovuni frá tiltøkum, sum verða í oynni, soleiðis, at hon kann boða frá hesum í lýsingum og hvussu tað nú kann falla. Eisini er skilagott at samskipa tey tiltøk, sum eru í oynni á einum stað, soleiðis, at tey ikki falla saman og á tann hátt vera til ampa hvørt fyir annað. Eisini tiltøkum aðrastaðni kann Kunningarstovan hjálpa Vágafólki við. Eitt nú at fáa atgongumerki til eitthvørt tiltak, sum hildið verður aðrastaðni í landinum landinum, sigur Niels Olgar Joensen.
Niels Olgar Joensen er í dag formaður í Felagnum Vágar, sum er ein samanlegging av Ferðavinnuni í Vágum og Vága Vinnufelag. Tað er Felagið Vágar, sum rekur Kunnignarstovuna í dag.