LØGTINGSVAL/SAMRØðA
Hon feyk inn á politiska leikpallin sum eitt fok á fólkatingsvalinum 20. november. Hon hevði ongantíð áður roynt seg sum politikara, men helt seg ikki aftur undir valstríðnum, og úrslitið gjørdist, at hon varð nummar trý á listanum hjá Tjóðveldisflokkinum við 361 atkvøðum. Við Høgna Hoydal sitandi úti í landsstýrinum er hon varamaður á fólkatingi. Hennara fakliga bakgrund er sum fáum givið; hon kann um stutta tíð kalla seg bæði fyri løgfrøðing(cand.jur) og búskaparfrøðing (cand.polit). Eisini er hon umvegis fjarlestur í holt við eina sokallaða MBA-útbúgving. Hon er í dag 26 ára gomul. Hon er gift við Ronnie Háfoss og saman eiga tey seks mánaðir gomlu Hildur. Í løtuni ger hon seg lidna við útbúgvingina sum løgfrøðing og ger seg til reiðar til tað komandi valstríðið.
?Eg havi altíð havt sera stóran áhuga fyri samfelagnum og politikki sum heild. Tískil havi eg fylgt væl við í eitt nú politisku avgerðunum, ið tiknar hava verið gjøgnum árini, og havi eg langt frá altíð verið nøgd. Haldi, at tað er so lætt at sita heima og vera ónøgd, men so leingi ein ikki sjálvur velur at royna at fáa ávirkan, so kann ein ikki eins væl rættvísgera kritikk av núverandi politikarum, sigur Kristina Háfoss, sum vónar at fáa møguleikan at gera vart við seg á tingi eftir løgtingsvalið.
Tað besta frá øllum
Nú Kristina hevur ferðast í lærdum umhvørvi í longri tíð, hevur hon hoyrt eitt sindur til teori og hugsanir. Sjálv roynir hon at halda seg so nøkunlunda á miðjuni.
?Tíðin er farin frá teimum stóru hugsjóninum. Heimurin er ikki longur býttur í ein kommunistiskan og ein kapitalistiskan part ? eiheldur í ein sosialistiskan og liberalistiskan part. Neyðugt er vera opin fyri at kanna allar møguleikar til tess at skipa eitt samfelag á bestan hátt.
Tískil ræður um at taka tað besta frá sosialismuni og tað besta frá liberalismuni til tess at sameina hesi í eina sosial-liberalismu, heldur Kristina.
Hon sigur seg kenna seg sjálva rættiliga nógv í miðjuni, men er nokk eitt sindur til høgru, um hon skal taka dagar ímillum, men vil nýta frá báðum síðum, sum hon tekur til.
Á listanum yvir mál, ið Kristina hevur tokkað til, er pláss fyri sosialum eins og búskaparligum málum. Eitt sterkt vinnulív og eitt trygt vælferðasamfelag eru tætt knýtt at hvørjum øðrum. Tí eru vinnulívspolitikkur, familjumál og eldraumsorgan mál, ið í hava hennara áhuga eins og útbúgvingar-, granskingar- og mentamál verða raðfest høgt.
?Tjóðveldisflokkurin hevur orðað nøkur stevnumið, ið vit ætla at dagføra so líðandi, har vit leggja dent á at greiða frá, hvussu vit ynskja at skipa føroyska samfelagið ? bæði fyri og eftir at Føroya gerast sjálvstøðugt land. Hetta eru sjónarmið, ið breið semja er um í flokkinum, hóast Tjóðveldisflokkurin er ein øgiliga breiður flokkur við fólki bæði til vinstu og til høgru, sigur Kristina Háfoss.
Eitt nú spurningin um privatisering kennir Kristina sum eitt sera hugsjónarligan fyribrigdi. Á hesum økinum hevur hon tað sjónarmið, at tað almenna ikki skal reka fyritøkur, men halda seg til at reka vanligar almennar tænastur, meðan tað privata tekur sær av øllum øðrum vinnuvirksemi. Tað almenna skal sjálvsagt skapa teir karmar, ið vinnulívið skal virka undir og er týðandi at skapa góðar karmar fyri vinnulívinum, skal føroyski búskapurin gerast ein sterkur sjálvberandi búskapur.
Verða privatiseringar framdar á røttum staði vilja tær gagna tí føroyska samfelagnum.
Almanna-, heilsu- og skúlamál eiga at verða almennar tænastur, men eins og loyvi er í dag skal verða pláss fyri privatpraksis hjá læknum, privatskúlum v.m. Somuleiðis eigur pláss verða fyri at útbjóða partar av tænastunum, eitt nú reingerð og matgerð.
Tá ið tað kemur til hvørjir stovnar skulu einskiljast er rætt at byrja við at privatisera tær privatu fyritøkurnar, ið gjørdust almennar vegna kreppuloysnirnar. Talan er her um Føroya Banka (Fíggingargrunnurin frá 1992), Føroya Fiskavirking og Framtaksgrunnurin.
Av tí, at føroyska samfelagið er so lítið og kappingin so avmarkað skal tó ansast eftir, at alment monopol ikki gerst til privat monopol. Um so verður er betri at varðveita á almennum hondum.
Somuleiðis heldur hon, at føroyingar ikki nýtast at vera bangnir fyri útlendskum kapitali, tí hetta kann eisini gagna føroyska samfelagnum.
?Treytin fyri privatisering og útbjóðing av almennum tænastum er fyrst og fremst, at borgarin fær eina betri og bíligari tænastu. Royndirnar við útbjóðing á samferðsluøkinum og ætlanir á postøkinum eru eftir mínum tykki dømir um ætlanir, ið sum er ikki bera í sær fyrimunir fyri borgaran, heldur Kristina.
Kristina sigur seg vera fegnan um, at Føroyar á vinnulívsøkinum stórtsæð eru slopnar undan einum studningsbúskapi, tí hetta hevði ógvuliga keðilig árin á føroyska vinnulívið og búskapin sum heild.
?Vit skulu halda okkum burtur frá studningsbúskapi ? tá ið umræður vinnulívið og vinnulívsstudningi eins væl og samfelagið ? og soleiðis arbeiða fram ímóti einum tryggum og sjálvberandi føroyskum búskapi til frama fyri øll, ið sjálvsagt verður grundaður á føroyskar framleiðsluinntøkur og fíggjaríløgur, sigur Kristina.
Fullveldi ? framtíð
Hugtakið fullveldi var ovast á dagsskránni við seinasta løgtingsval. Seinastu fýra árini hevur fullveldi støðugt verið uppi at vent, og landsstýrið hevur í fleiri ætlanum roynt at rokkið málinum, og tað er einki at taka seg aftur í, at tað einamest hevur verið Tjóðveldisflokkurin, ið hevur gingið á odda fyri fullveldinum. Kristina hevur eisini sjálvt verið fortalari fyri fullveldinum, har tað mest hava verið tey búskaparligu sjónarmiðini, ið hon hevur ført fram.
Búskaparliga vil tað, sambært Kristinu, eisini viðføra batar fyri Føroyar at fáa fullveldið, og hetta skyldast einamest tí, at Føroyar fáa ein sjálvberandi búskap, eitt meira kappingarført vinnulív og betri samskiftis- og handilsmøgulleikar við útlond.
Kristina tekur undir við løgtingssamtyktini um Sjálvstýri Føroya Fólks og harvið teirri tilgongdini, ið koyrir eftir tí leisti, at arbeitt verður framímóti at yvirtaka málsøki eftir heimastýrislógini og síðani hava eina fólkaatkvøðu um fullveldi.
?Tjóðveldisflokkurin ynskir at seta dagsskránna fram til eitt fullveldi, men vit ynskja so sanniliga eisini at seta dagsskránna eftir eitt fullveldi, sigur Kristina.
Ein skynsamur búskaparpolitikkur er altavgerandi hjá Kristinu um fullveldi skal vera veruleiki.
Í spurninginum um ein framtíðar føroyskan búskap, so væntar Kristina, at vit eitt nú fara at síggja ein munandi øðrvísi arbeiðsmarknað, ið leggur upp fyri fleiri tingum, enn hann hevur gjørt frammanundan. Her verður hugsað um, at tað verður gjørt lættari og høgligari hjá fólki í ynskja niðursetta tíð ella alternativa arbeiðstíð á annan hátt, eitt nú eldri fólk og fólk við smærri børnum.
?Eg rokni við, at vit fara at síggja eina øðrvísi arbeiðsmarknað, ið verður meira flexibul, og eftirlønir, barsilsskipanir v.m. fara í framtíðini eisini at verða fíggjaðar meira av arbeiðsmarknaðinum. Helst fer inntøkuskatturin eisini at gerast lægri, meðan skattur og avgjøld á heilsuskaðiligt og dálkandi virksemi fer at hækka. Samstundis rokni eg við, at framtíðarbúskapurin fer at verða merktur av størri tænastusektori og fleiri vælferðartænastum. Føroyskt vinnulív fer samstundis at gerast munandi meira fjøllbroytt, har oljuvinnan og fiskivinna fara at spæla ein tððandi leiklut, men har tænastuvinnur og vinnur við tilknýti til mentan og gransking fara at fáa størri leiklut enn í dag, sigur Kristina.
Tað nógv umtalaða pensjónsøki sær Kristina eisini sum eitt álvarsmál, sum krevur eina heildarloysn.
Álvarsmál tí núverandi skipan er bygd á aðrar fyritreytir enn tær framtíðin hevur at bjóða. Nú tey í arbeiðsføra aldrinum gerast alsamt færri, verður eitt nú neyðugt við eini nðggjari eftirlønarskipan. Neyðugt er, at nðggj eftirlønarskipan verður sett í verk, ið tryggjar, at øll á arbeiðsmarknaðinum gjalda í skipan, ið er óheft av landskassanum, meðan landskassin síðan kemur at hefta fyri tey, ið ikki eru før fyri at gjalda í hesa skipan ? hetta til tess at tryggja samhaldsfesti. Á henda hátt verður pensión tryggja øllum sum ein rættur og ikki nakað, ið verður heft at fíggjarligu støðu landskassans ella nýtt sum politisk valagn fjóðra hvørt ár.
Somuleiðis má farast undir eina heildarætlan innan eldraøkið, ið umfatar vardar íbúðir, ellis- og røktarheim, heimahjálp, sjúkrahús, flexiblan arbeiðsmarknað o.s.fr. Hartil eiga karmarnir hjá barnafamiljum at gerast nógv betur. Nú alsamt færri verða at gjalda fyri alsamt fleiri eldri er alneyðugt, at familjur verða stuðlaðar í at fáa børn ? eitt nú við longri barsilstíð, betri barnagarðsmøgulleikum og syskinaavsláttri, størri barnafrádrátti o.s.fr, heldur Kristina.
?Tað er samstundis týdningarmikið, at fólk ikki misskilja týdningin av føroyskum fullveldi. Havi hoyrt fólk siga, at vit við fullveldi isolera okkum í Norðuratlantshavi, men hetta er júst tað øvugta av veruleiknum. Sum sjálvstøðu tjóð vilja vit fáa møgulleika fyri samstarvi á jøvnum føti við alheims lond og vil hetta geva føroyska vinnulívinum og samfelagnum sum heild nýggjar óroyndar møgulleikar.
Viðvíkjandi gjaldoyrapolitikki, so kemur egið sjálvstøðugt gjaldoyra ikki uppá tal, tí vit eru alt ov lítil búskapur til at hava egið gjaldoyra, sigur Kristina.
Hóast tað verður tosað um búskaparlig afturstig í heiminum, so stúrir Kristina ikki fyri hesum.
? Hóast partar av fiskivinnuni hava trupulleikar av marknaðarprísinum er onki sum bendir á, at nakað stórt afturstig er á veg. Trupulleikarnir við ES viðvíkjandi laksi og svartkjafti verða vónandi loystir við komandi ES-samráðingar. Altjóða verður eisini tosað um, at búskapurin er á veg upp úr tí aldudali, ið búskapurin hevur verið í seinastu tíðina og skuldið hetta fingið marknaðarprísin at stiga aftur.
Samstundis kunnu vit eisini vænta økt virksemi komandi 4 árini í fer at standast av oljuleiting og møguligari oljuframleiðslu.
Verður hildið áfram við varna búskaparpolitikkinum er soleiðis alt sum talar fyri, at vit kunnu yvirtaka seinastu málsøkini og gera okkum umsitingarliga-, politiskt- og búskaparliga óheft av Danmark, sigur Kristina.
Blokkur ? búskaparvøkstur
?Í dag taka føroyskir myndugleikar ímóti peningi fyri at lata donsku stjórini vald. Hartil kann nevnast, at sambært seinastu skjølunum, ið eru komin fram viðvíkjandi ríkisstuðlinum til Føroyar er greitt, at danski staturin valdi at gera Føroyar heftar at donsku ríkisveitingini til tess at gera tað truplari fyri Føroyar at gerast óheftar av Danmark - føroyingar hava tó sjálvir gjørt av at nýta henda pening, sigur Kristina.
Hon hevur gjørt upp, at ríkisstuðulin hevur havt nógv árin á føroyska búskapin. Millum hesi teljast ringárin, (multiplikator), størri kreditvirði og verri kappingarevni. Harafturat nevnir Kristina eisini, at ríkisstuðulin hevur havt tað árini, at Føroyar eru vorðnar minni politiskt-, umsitingarliga- og búskaparliga sjálvbjargnar og verri fyri at fyrireika okkum til konjukturbroytingar vegna verri gjøgnum skygni.
?Eftir 4 ár við fullveldisætlanini hægst á dagsskánni er føroyski búskapurin sera lítið heftur av danska ríkisstuðlinum. Gongdin seinastu árini hevur borið við sær, at alsamt minni partur av ríkisstuðlinum verður nýttur úti í samfelagnum og harvið skapast nærum ongin ringárin av ríkisstuðulinum í dag. Ríkisstuðulin kemur fyri tað mesta upp í føroyska búskapin sum inntøka hjá landskassanum, og skal tískil broytast til eftirspurning eftir arbeiðsmegi og tilfari, áðrenn stuðulin hevur nakra ávirkan á BTÚ og ringárin á føroyska búskapin. Í dag verður bert uml. 7 % av ríkisstuðlinum nýttur til almennar útreiðslur ? hartil koma útreiðslur til rentur og avdrøg av uttanlandaskuld. Ríksstuðulin hevur tískil ongantíð havt so lítlan tðdning sum í dag, síðan hann kom inn í føroyska búskapin, vísir Kristina á.
Millum árinini av ríkisstuðulinum er, sambært Kristinu, verri kappingarevni hjá føroyska vinnulívinum. Ríkisstuðulin hevur gjørt tað torført hjá vinnugreinum, ið eru í kapping við vinnugreinir uttanlands vegna hægri prís- og lønarstøði í Føroyum við enn uttan blokki. Innflutningur av útlendskari arbeiðsmegi til fiskivinnuna hevur tó gjørt, at høga lønarlagið hevur havt minni ávirkan enn annars.
Kristina sigur, at ríkistuðulin hevur sum áðurnevnt eisini havt nøkur góð árin fyri føroyska samfelagið, eitt nú lægri rentustøði (vegna danska kreditvirðið) og somuleiðis er infrastrukturur v.m. bygdur í størri mun enn uttan ríkisstuðul.
?Skal takast samanum haldi eg, at ríkisstuðulin hevur borið við sær fleiri negativ árin enn positiv ? serstakliga við atliti til okkara sjálvbjargni, sigur Kristina.
Sitandi samgonga ? búskaparstýring
Vit settu eisini Kristinu spurningin um, hvussu sitandi samgonga hesi seinastu fýra árini hevur ávirkað føroyska búskapin. Sum heild kennir Kristina tey seinastu fýra árini sum eina góða tíð fyri tann føroyska búskapin. Eisini innanfyri stýring av búskapinum er ein menning farin fram, soleiðis at mann er klárur til at taka á ein sjálvberandi fullveldisbúskap.
?Ráðgevingin í Føroyum hevur seinastu árini ? ikki bert tey seinastu fýra árini ? gjørt stór framstig, og vit hava í Føroyum eina góða, óhefta búskaparráðgeving umvegis eitt nú Búskaparráðið, Landsbankan, Fíggjarmálastýrið, Hagstovuna, og hetta eiga vit at halda áfram við. Vit eiga harumframt at fáa fleiri fólk til at menna búskapartólini og ráðgevingina - har eiga vit ikki at spara, heldur Kristina.
?Tað er ein grundarsteinur undir búskaparstðring, at vit nðta fólk og tíð til búskaparstðring við búskapartólum. Vit hava leingi verið afturúrsigld tá ið umræður eitt nú prístal og tjóðarroknskap ? men við bert heilt fáum fólkum afturat, so vilja vit vera munandi betri fyri. Ein orsøk til, at tað gekk so illa í 80?unum var, at man ikki varð kunnaður um, hvussu búskaparstøðan var. Politikararnir vóru heldur ikki áhugaðir í at seta fólk í umsitingina, tí tað var ein góð støða fyri teir at gera sum teimum lysti vitandi um, at rokningin kom kanska tíggju ár seinni, sigur Kristina.
Hjá Kristinu er sum sagt einki at taka seg aftur í, at seinastu fýra árini hava verið góð fyri búskapin, og gongdin hevur m.a. ført við sær, at nettuuttanlandsskuldin er vorðin til eina milliard í ogn. Landskassans skuld er tó enn 3,6 mia. kr., men hinvegin er landsins uppsparing í Landsbankanum 2,5 mia. kr. og eigur landið hartil aðrar ognir í grunnum og feløgum, ið eru mettar at verða uml. 4,5 mia. kr.
?Vit hava sostatt í dag ein sera væl konsoleraðan búskap, ið er til reiðar at standa ímóti hvørt av sínum. Bara yvirskotið á almennu fíggjarætlanini fyri 2001 er mest sannlíkt 800 mió, og hetta sigur ikki so lítið, sigur Kristina.
?Hetta skyldast bæði teirri góðu búskaparstýring, ið hevur verið við fullveldisleistinum, men skyldast í stóran mun tað stóra arbeiðið, ið føroyingar hava lagt í, at koma føroyska búskapinum aftur á rættkjøl. Hartil hava tað verið góðar tíðir í Føroyum seinastu fýra árini við m.a. høgum fiskaprísum og góðum fiskiskapi, sigur Kristina.
Størstin vandin er, at vit fáa ein yvirupphitaðan búskap í Føroyum.
? Búskaparliga liggur stórsti vandin í dag í, at vit kunnu koma til at yvirupphita búskapin. Longu í dag er vandi á veg. Vit hava samstundis hoyrt serstakliga stóru andstøðuflokkarnar boða frá stórum eyka útreiðslum sleppa teir framat landsins leiðslu eftir komandi val. Fer hetta at henda fer føroyski búskapurin aftur at ovurhitast, við at prís- og lønarstøðið veksur, at kappingarførið versnar og harvið útflutningur minkar o.s.fr. Hetta er tann veruligi búskaparligi vandin í dag, heldur Kristina.
Oljan - búskapargrunnur
Sum áður nevnt so fær ein møgulig komandi oljuvinnu stóra ávirkan á føroyska samfelagið og føroyska búskapin.
? Oljuvinnan er ein kærkomin møguleiki fyri Føroyar at fáa enn eina høvuðsvinnu.
Sum so ofta hevur verið víst á, kunnu tó eisini negativ árin standast av eini oljuvinnu ? serstakliga mentunarligt og sosialt ? men haldi eg, at vit ikki skulu ræðast hesi árin so nógv, um vit bert eru væl fyrireikað, sigur Kristina.
Góðar fyrireikingar eru sera tðdningarmiklar í sambandi við eina komandi oljuvinnu fyri Kristinu. Eitt nú skulu fleiri viðurskifti tillagast tí, at tað væntandi koma munandi fleiri útlendingar til Føroya.
Tá tosað verður búskaparligu stðringina, er Kristina heit talskvinna fyri, at ein búskapargrunnur verður settur á stovn. Afturat búskapargrunni krevst ein varligur búskaparpolitikkur.
? Viðvíkjandi fyrireiking av búskapinum so er klárt at Búskapargrunnurin verður eitt av
teimum amboðum, ið kemur at standa mest sentralt. Neyðugt er, at møguligur oljupeningur ikki fær loyvi at floyma beinleiðis inn á fíggjarætlanina, men at beinleiðis inntøkur frá oljuvinnuni verða settar í Búskapargrunnin. Somuleiðis eiga aðrar inntøkur, sum ikki eru varandi at verða koyrdar í Búskapargrunnin. Tað, ið eftir er av ríkisstuðlinum eigur eisini so líðandi at verða latið í Búskapargrunnin.
Síðan skal rentuavkastið frá grunninum nðtast til frama fyri okkum og eftirkomarum
okkara. Tryggja vit ikki, at beinleiðis inntøkurnar frá oljuvinnuni fara í grunn og verða
verandi har, kunnu inntøkur frá oljuvinnuni fáa somu ávirkan á føroyska búskapin og
ríkisstuðulin hevur havt. Hetta má ikki henda, sigur ein avgjørd Kristina.
Og avkastið frá Búskapargrunninum skal heldur í landskassan enn út í samfelagið í
oljukekki.
?Avkastið frá grunninum skal nýtast har stórst tørvur er og til at reka skilagóða
búskaparstýring. Fer avkastið í landskassan heldur enn sum kekkur út til borgaran, fær
borgarin jú eisini henda pening umvegis betri tænastur, lægri skatt og ein tryggari búskap, metir Kristina.
Kristina stríðist tað næstu tíðina við at gera seg lidna sum løgfrøðing. Hon verður væntandi liðugum fáar vikur, og tá fer øll orkan til politikk og valstríð, har hon ætlar at gerast sítt fyri at sleppa inn á ting.