Jólini eru ein hugnalig tíð fyri mong, men hetta er eisini tíðin, tá mest verður drukkið. Fyri fleiri familjur eru jólini tíverri alt annað enn hugnalig. Í familjum, har rúsdrekkatrupulleikar eru, eru jólini ofta merkt av ófriði, skeldaríi og vónbrotum.
Eini slík jól eru alt annað enn tann hugni, sum øll droyma um og vilja verða partur av. Sagt verður um danir, at teir eru heimskendir fyri at duga at hugna sær, men fyri fólk, sum hava rúsdrekkatrupulleikar, er ”hugnin” ofta ein umbering fyri at drekka.
Nógv dømir eru um fólk, sum royna at berja seg burtur úr rúsdrekkatrupulleikum, sum tapa kampin um jólini, samstundis sum familjan annars roynir at stríðast fyri at uppihalda jólafriðin og jólahugnan. Sambært donskum tølum eru tað fleiri enn 120.000 børn, sum veksa upp í familjum við rúsdrekkatrupulleikum.
Fyri familjurnar, sum liva við rúsdrekkatrupulleikum, eru jólini alt annað enn hin hugnaliga hátíðin. Tann, sum drekkur, eru ofta ”blindur” yvirfyri sínum egnu trupulleikum og teimum trupulleikum og trega, sum viðkomandi setir onnur í. Tí er tað skyldan hjá teimum, sum ikki drekka, at siga frá.
At tann, sum livir í rúsdrekkamisnýtslu, ikki sær egnar trupulleikar, sæst best, tá persónurin endar í rúsdrekkaviðgerð. Tá er tað sum oftast hjúnarfelagin ella onkur í nærmastu familjuni annars, sum krevur tað - og ikki misnýtarin sjálvur.
Tá røtt verður um rúsdrekkamisnýtarar, hugsa mong, at slíkir oftast finnast niðarliga á trappuni, men soleiðis er tað ikki neyðturviliga. Meginparturin av rúsdrekkamisnýtsluni í Danmark gongur fyri seg í vanligum ”penum” familjum, har tað ikki sæst á "skræðuni", hvør misnýtarin er.
Januarmánaði er mánaðurin, har Dansk Misbrugs Behandling hevur mest at gera, og har stovnurin fær flestar fyrispurningar frá familjum, sum hava havt eina jóla-og nýggjárshalgu, sum fór í vaskið av alkoholmisnýtslu í familjuni.
- Tað er tí okkara tilmæli, at familjur, har rúsdrekkatrupulleikar eru, beinanvegin taka hond um trupulleikarnar, soleiðis at øll familjan saman kann hava eina hugnaliga og gevandi jóla-og nýggjárshalgu.
Kelda: Dansk Misbrugs Behandling