Tí kann Peter Madsen lúgva

Vitnir skulu altíð siga sannleikan, men hin ákærdi kann lúgva, um hann vil, og tað verður mett at vera menniskjansligt, at ein ákærdur lýgur.

Tá danski kavbátaskiparin, Peter Madsen, sum varð avhoyrdur í býarrættinum í Keypmannahavn í gjár, aftur skal í rættarsalin hin 21. mars, nýtist honum sambært donsku rættargangslógini ikki at siga sannleikan.

 

Tað sigur advokaturin, Mette Grith Stage, sum sjálv hevur verið verji í einari røð av stórum kriminalmálum.

 

- Sambært danskari rættargangslóg kann ein ákærdur lúgva so nógv, sum viðkomandi hevur hug til. Hinvegin er álagt vitnum at siga sannleikan. Um rætturin kann prógva, at vitni ikki siga sannleikan, kann tað fáa rættarligar fylgjur fyri viðkomandi.

 

Á fyrsta rættarfundinum í málinum um drápið av svensku tíðindakvinnuni, Kim Wall, setti ákærin, Jakob Buch-Jepsen, fleiri ferðir spurnartekin við frágreiðingarnar hjá Peter Madsen um tað, sum hendi umborð í kavbátinum, UC3 Nautilus, tá Kim Wall doyði.

 

Í fyrsta lagi skjalprógvaði ákærin, at Peter Madsen sambært rættarlæknaráðnum, sum hevur mentalkannað mannin, er ein sjúkligur - ella patalogiskur - lygnari. Undir avhoyringini fekk ákærin heldur ikki hildið síni egnu mynd av Peter Madsen aftur.

 

- Kanst tú ikki bara siga frá, um tað er okkurt av tí, eg sigi, sum tú ikki vilt trúgva? segði Peter Madsen við ákæran.

 

Og ákærin svaraði í somu løtu:

 

- Jamen, tað er ikki nógv av tí, tú sigur, sum eg trúgvi, segði Jakob Buch-Jepsen.

 

Sambært Mette Grith Stage er tað - sæð við eygunum hjá einum verja - eitt tvíeggjað svørð, at ein ákærdur ikki nýtist at siga sannleikan í rættinum.

 

- Men, heilt fundamentalt kann ein ákærdur gjarna lúgva, tí tú kanst ikki krevja av einum ákærdum, at hann ella hon sita og smetta ella slatra um seg sjálvan.

 

Lektarin og ph.d. í jura á Keypmannahavnar Universiteti, Trine Baumbach, sigur, at tað er menniskjansligt at lúgva um sína egnu skyld og mong - fyri ikki at siga øll - vilja tukla tað, sum gjørt er, minni ógvusligt, enn tingini í veruleikanum eru.

 

Peter Madsen er ákærdur fyri at hava lagt til rættis og dripið Kim Wall á ein ókendan hátt, helst við hálshøgging ella kvaling. Hann er eisini ákærdur fyri onnur kynslig viðurskifti enn samlegu av serliga vandamiklum slag – og fyri at hava stykkjað sundur líkið av Kim Wall.

 

Peter Madsen viðurkennur at hava stykkjað líkið av svensku tíðindakvinnuni sundur og at hava kastað líkpartarnar í havið, men hann noktar seg sekan í øllum øðrum ákærum.