Nýggj doktararitgerð hjá yvirlækna avdúkar, at fleiri eldri fólk, sum taka lívið av sær, gera tað, tá tey merkja, at evnini svíkja og tey ikki megna at avgera sítt egna lív. Út við 850 norskir borgarar yvir 65 ár tóku sítt egna lív árini 1999-2008. Felags fyri fleiri av hesum fólkum var, at tey í góðu árunum høvdu evnini til at handla og vóru viljasterk. Tey valdu sjálvi at enda lívið, tá tey merktu, at sjúka fór at plága, og evnini at avgera sítt egna lív fóru at ganga undan.
Hetta kemur fram í einari nýggjari doktararitgerð hjá norskum yvirlækna, Ildri Kjølseth, sum blaðið Vårt Land umrøður.
Tølini vísa, at 617 menn og 230 kvinnur yvir 65 ár í Noregi valdu at taka sítt egna lív árini 1999 til 2008.
Yvirlæknin, sum hevur skrivað doktararitgerðina, sigur at nøkur ting eru afturvendandi í fleiri av hendingunum, har fólk valdu at gera ein enda á lívinum.
Meðan tey enn vóru røsk, vóru tey bevíst um sína sterku støðu, tey vóru viljasterk og høvdu stóran tørv á sjálvkontrolli.
- Men tá sjúka og veikleikar komu í aldurdóminum, soleiðis at tey mistu evnini til at ráða yvir egna lívi sínum, gjørdist hetta teimum ein byrða, sigur Kjølseth í síni doktararitgerð.