- Støðan er so keðilig, at Bill Justinussen hevur koyrt málið út í fjølmiðlarnar, men tey, sum spurningurin er ætlaður til, hava ikki fingið hann enn.
- Hetta er ein ótrúliga ófantaligur máti at starta eitt mál uppá, og vit eru næstan bakbundin frá byrjan, sigur ein bersøgin Hans Pauli Strøm.
Hann vísir á, at tingið kemur ikki saman fyrr enn 19. september og tá verður spurningurin frá Bill Justinussen fráboðaður løgtinginum. Síðani skal løgtingsformaðurin, Edmund Joensen, spyrja tingmanningina, um nakar hevur nakað í móti, at spurningurin verður svaraður.
- Hetta er ein formalitetur, men nakað sum skal gerast, sigur Hans Pauli Strøm, sum roknar við, at hetta verður gjørt einaferð í millum 20. og 22 september.
Ikki fyrr enn aftan á hetta fer Løgtingsskrivstovan at senda Hans Paula Strøm spurningin, og tá hevur hann so 20 dagar at svara í.
Við øðrum orðum merkir tað, at málið sum Bill Justinussen hevur reist, í ringasta føri kann standa opið og ósvarað til einaferð miðskeiðis í oktober.
Málið tikið í størsta álvara
Men hóast Hans Pauli Strøm ilskast um framferðar háttin hjá Bill Justinussen, so tekur hann málið í allar størsta álvara.
- Hetta málið verður tikið í allar størsta álvara, og tað er longu hent nógv. Mánadagin var leiðslan á sjúkrahúsinum uppi í Almanna- og heilsumálaráðnum og viðgjørdi spurningin her. Formaðurin í Sjúklingaráðnum, Jákup N. Olsen, hevur eisini vent sær til mín og greitt frá, at tey langt síðani hava sett á teirra arbeiðsskrá, at ein nøgdsemiskanning skal gerast, og tey hava longu fingið tilfar hvussu hetta praktiskt kann verða lagt til rættis, sigur Hans Pauli Strøm.
- Hetta er eitt mál, sum verður tikið á stórum álvara, og slík dømi, sum Sosialurin greiðir frá, kunnu á ongan hátt góðtakast, og er tað soleiðis má Landssjúkrahúsið taka málini upp, soleiðis at ávísar mannagongdir verða broyttar, sigur Hans Pauli Strøm, sum at enda vísir á, at eisini løgmaður hevur verið í samband við hann og sagt, at hann ynskir eina frágreiðing.