Tónleikastjørna vald til ráðharra

Heimskenda tónleikastjørnan Gilberto Gil verður mentamálaráðharri í nýggju brasilsku stjórnini.

Gilberto Gil var saman við tónleikarunum Caetano Veloso og Gal Costa millum teirra, sum grundløgdu ta kollveltandi Tropicalia-rørsluna, sum seinast í sekstiárunum broyttu ta brasilsku tónleikamentanina.
Gilberto Gil, sum er føddur í 1942, gjørdist kendur longu við sínari fyrstu plátu í 1967. Árið eftir fall hann í ónáðir hjá hernaðarstýrinum og sat eit skifti í fongsli, áðrenn hann varð sendur av landinum. Hann fór tá til London, har hann var, til hann vendi aftur til Brasil í 1972.
Fyri trimum árum síðani fekk tann tá 57 ára gamli Gil Grammy-virðislønina sum tann besti innan heimstónleik. Politiskt hevur hann verið limur í flokkinum Tey Grønu síðani 1989, og hann er limur í formansskapinum í tjóðartinginum.
Nú hevur Luiz Inazio Lula da Silva, forseti so tilnevnt hann mentamálaráðharra, men Gilberto Gil sigur, at hann ætlar sær at halda fram við tónleikinum í ráðharratíðini.