Tórshavn - ein miðdepil fyri íbirtarar og nýggjar vinnur

Annika Olsen,
Valevni Fólkafloksins til býráðsvalið


Fiskivinnan er í dag okkara høvuðsvinna, tann vinnan, ið gevur størstu fíggjarligu inntøkuna í landskassan, men tað er ongin loyna, at neyðugt er við øðrum alternativum vinnum í Føroyum, sum kunnu geva landinum og kommunum inntøkur, fleiri arbeiðsplass og harvið betur vælferð í Føroyum. Sjálvt um vinnulívið fyri ein stóran part er ein landspolitisk uppgáva, er tað møguleiki fyri, at Havnin tekur fyrsta stigið til at stovnsseta fleiri vinnur. Fyri at fleiri vinnur kunnu setast á stovn, er tað neyðugt við gransking og íbirting. Fleiri partar av samfelagnum mugu tí samstarva fyri at lyfta ta uppgávu at fáa sett á stovn nýggjar vinnur og fyri at tryggja, at hesar yvirliva.

Svenskarar hava sett á stovn ein granskingarbý "Ideon", sum liggur tætt við tekniska háskúlan í Lund. Endamálið við hesum depli er at skapa møguleikar fyri, at tey sum hava góð vinnuhugskot, men ikki hava teir neyðugu førleikarnar, vitanina, fíggingina o.a. kunnu fáa hjálp til at menna egnu fyritøku. Soleiðis kann samfelagið vera við til at skapa nýggjar vinnur m.a. innan KT, biotøkni, og hátøkni. "Ideon" er ein grunnur, ið er samansettur av fleiri pørtum, ið hava eitt tætt samstarv um at menna og fíggja nýggjar vinnur. Grunnurin er samansettur av bankum, sum umboða fíggjar- og lánimøguleikar, granskingarskipanum við fólki við drúgvum granskingarroyndum og høgari ekspertvitan, vinnulívinum við praktiskum royndum og við íleggjarum í tær nýggju fyritøkurnar, umframt tí politiska myndugleikanum, sum stigtakari og fíggingarpartur til hesa verkætlan. Hesir partar kunnu í felag geva ráðgeving, fyrisitingarhjálp og bjóða fíggjarligar karmar til nýggj hugskot til fyritøkur, sum hava eitt stórt vinnuligt potentialið. Eitt frálíkt dømi, sum "Ideon" hevur verið við til at seta á stovn, er kenda fartelefonfyritøkan, Ericsson.

Á sama hátt kann Tórshavnar Býráð verða við til at stovnseta eina líknandi verkætlan - ein granskingar- og íbirtingarbý eins og "Ideon". Tórshavn hevur bankarnar / sparikassarnar, Fróðskaparsetrið / Granskingarráðið / Menningarstovuna / útbúgvingarstovnarnar, politikararnar / Løgtingið / miðfyrisitingina, akademikarnir / tey lærdu / tey mentaðu, Mentanina / tað kreativa umhvørvið og ikki minst núverandi vinnuna, sum kann veita ráðgeving og gerast íleggjarir til tær komandi íbirtingarfyritøkurnar.
Eg vil leggja mína orku í at arbeiða fyri, at Tórshavnar Býráð verður stigtakari til tann føroyska íbirtingarbýin - sum vit kunnu nevna "Tór".
Tórshavn, býurin, ið torir at ganga á odda.