Bjørghild Djurhuus
----
Gloymið Vesturskúlan og endurbyggji Kommunuskúlan.
Tað er best fyri skúlan – og best fyri býin.
Nógv hevur verið kjakast um, hvat Tórshavnar Kommunuskúli skal brúkast til framyvir.Uppskotini hava verið nógv og ymisk, líka frá ungdómsíbúðum til parkeringshús.
Tíbetur hava eisini fleiri ynskt, at skúlin skal varðveitast har hann er.
Eg eri eisini sannførd um, at skúli skal verða júst á sama stað.
Nú eru fleiri nýggir skúlar bygdir í útjaðaranum í Havnini. Tann nýggi skúlin á Argjahamri er í tí óhepni støðu, at 4. hvør stólur er tómur. Tí er tað eftir mínum tykki, púra ørt at byggja nýggjan Vesturskúla, so tætt uppat skúlanum á Argjahamri. Eisini skal havast í huga, at tá brúgvin um Sandá gerst veruleiki, verður tað bert eitt hanagleiv út á Argir.
Uppskotið um at gera ungdómsíbúðir í Kommunuskúlanum er ikki skilagott. Nógv betur er, at byggja hesar har Vesturskúlin ætlandi skal byggjast, tætt við miðnámsskúlan við Marknagil.
Tað fer at skapa eitt spennandi og mennandi, ungt umhvørvi, til stóra gleði fyri ungdómin.
Summi siga, at tað verður trupult at umbyggja/byggja nýggjan skúla í miðbýnum. Eg síggji tað sum eina ovurstóra og sera spennandi avbjóðing.
Eg ímyndi mær, ein stóran nýmótans 3 streingjaðan skúla við øllum hentleikum sum skullu verða á einum nútímans skúla – mitt í býnum!
Tað hevði skapt lív mitt í Havnini.
Og tað hevði ikki bara skapt lív um dagin. Ein slíkur skúli, kann eisini nýtast til alskyns frítíðarvirksemi, kvøldskúla, mentan, list og annað, bert hugflogið setur mørk.
Tá nýggja býráðið tekur við, er umráðandi, at tey sum skjótast taka endaliga støðu til, framtíðina hjá Tórhavnar Kommunuskúla. Tí tann óvissan sum nú valdar, er drepandi og demotiverandi.
Tað sum eyðkennir starvsfólkini í Tórshavnar Kommunuskúla í dag er, at lærarir trívast sera væl, eru positivir og dáma væl nýggjar avbjóðingar. – Alt nakað, sum kemur næminginum til gagns.
Eg loyvi mær at siga, at fleiri foreldur ynskja verandi skúla. Hetta gevur stóra næmingatalið í 1. flokki eina greiða ábending um. Hesi foreldur hava valt Tórhavnar Kommunuskúla, hóast tey ikki eru vitandi um, hvar børnini koma at ganga í skúla eftir 4. flokk.
Verði eg vald, skal ongin ivi vera í, at eg fari at stríðast fyri, at í framtíðini fara børn eisini at ganga í skúla í Tórshavnar Kommunuskúla.
Mitt í býnum!