Tí spæla vit á Svangaskarði

Føroyar hava ikki ráð at geva avkall upp á nakran sum helst lítlan fyrimun, um vit skulu hava nakran kjans í altjóða høpi

Ítróttarklumman

 

Tað kann væl vera, at eitt landsstadion eigur at liggja í høvuðsstaðnum. Og tað kann eisini væl vera, at tað er eitt sindur bygdasligt at spæla uppi á einum fjalli, har bóltdreingirnar kunnu risikera, at bólturin fer fleiri hundrað metrar burtur, tá hann verður sparkaður av vøllinum.

Og tað kann eisini væl vera, at tað er ein hypotesa at tosa um, hvussu Litava-dysturin endaði, um hann varð spældur á Tórsvølli.

Men tað er eitt faktum, at føroyska A-landsliðið hagtalsliga hevur staðið seg betur á Svangaskarði, enn liðið hevur gjørt tað á Tórsvølli, og tað eru tað fleiri heilt góðar orsøkir til.

Fyrst og fremst er tað vøllurin sjálvur. Hvør metur, sum skal rennast minni í altjóða dysti vil at kalla altíð vera ein fyrimunur hjá okkara monnum. Størsta partin av mest sum øllum landsdystunum brúka okkara til at jagstra mótstøðuna og tetta hol í verjuni, tá ger tað góðan mun, um metrarnar millum spælararnar eru færri.

Í álopspartinum dúva vit fyri tað nógva upp á kontra í mest sum øllum dystum, og eisini har er tað munin lættari, um fjarstøðan niðan til mótstøðumálið er 50 heldur enn 60 metrar.

Og so eru tað sjálvandi kringstøðurnar annars. Fyri útlendskar fótbóltsstjørnur man vøllurin á Toftum vera eitt tað løgnasta staðið, sum tú kanst ímynda tær at spæla á. Gott nokk er heitt vatn í, brúsuni og hondvask er á WC’inum, men í aðrar mátar er einki soleiðis, sum teir eru vanir við.

At kalla allir lutir siga mótstøðuni, at nú eru teir á útivølli, og hvør einasti lítil smálutur av hesum slag, telur tí til okkara fyrimun. Og fyrimunir eru absolutt ikki nakað, sum vit hava ráð til at geva avkall uppá, um vit skulu standa okkum á altjóða pallinum.

Føroyar eru ikki meira enn ein lítil bygd í Europa. So sjálvandi skulu vit virka bygdaslig hjá stóru londunum at vitja.