Liggur sandur fyri áarmunnan, soleiðis at vatnið ikki sleppur oman úr Sandsvatni, fær Mowi boðini og syrgir fyri, at grivið verður frá. Tað hendir javnan, at áin, sum rennur oman, tippist.

Tá áarósin tippist

Sands kommuna hevur eina avtalu við Mowi um, at tá áarósin tippist, syrgir alifyritøkan fyri, at grivið verður frá, soleiðis at vatnið sleppur oman úr Sandsvatni og út á sjógv

Liggur sandur fyri áarmunnan, soleiðis at vatnið ikki sleppur oman úr Sandsvatni, fær Mowi boðini og syrgir fyri, at grivið verður frá. Tað hendir javnan, at áin, sum rennur oman, tippist.

Tað hendir javnan, at áin, sum rennur oman úr Sandsvatni, tippist heilt har niðri við áarmunnin, har áin annars skuldi runnið út á sjógv.

 

- Tá tað hendir, hevur Sands kommuna eina avtalu við alifyritøkuna, Mowi, sum hevur aling á Sandsvág og hevur bátar og útgerð við havnalagið.

 

Á Facebook-vanganum hjá Sands kommunu verður sagt, at hetta er ein góð avtala.

 

Liggur sandur fyri áarmunninum, soleiðis at vatnið ikki sleppur oman úr Sandsvatni og út á sjógv, fær Mowi boðini og syrgir fyri, at grivið verður frá.

 

Á vanganum hjá Sands kommunu verður sagt, at flogið verður Oman á Sand, sum tey rópa tað á Sandi - fyri at finna út av, hvussu sær út við áarmunnin.

 

Vit kunnu leggja aftrat, at sjálvur hevur borgarstjórin, Heri Sverrason, eina dronu við góðum kamera, og tað er eisini hann, sum eigur viðheftu mynd.

 


 

 

Liggur sandur fyri áarmunnan, soleiðis at vatnið ikki sleppur oman úr Sandsvatni, fær Mowi boðini og syrgir fyri, at grivið verður frá. Tað hendir javnan, at áin, sum rennur oman, tippist.