Uni Holm Johannesen
uni@sosialurin.fo
--------
Arne Debes Winthereig setur seg afturá, krossar armarnar og hyggur sannførdur fram fyri seg.
- Never change a winning team, sigur hann argandi og flennir.
Formaðurin í Unga Sambandinum situr væl hýrdur í myrkari troyggju frá Guðrun & Guðrun. Orsøkin er løtt og einføld. Havnardrongurin við ljósa hárinum stórtrívist í Føroyum, og hann hevur ongan tørv at broyta grundvøllin, sum føroyska samfelagið stendur á. Tí er uppgávan hjá oddamanninum fyri ungar sambandssinnaðar føroyingar fyrst og fremst at sláa manngarð um verandi tryggu karmar.
Heima við hús noyðist hann í mangan tvídyst við familjuna. Arne hevur við sínari politisku hugsjón vent familjuni bakið. Hann hevur ættarbond úr Debes-familjuni frá Gjógv, sum eru tiltikin tjóðveldisfólk. Hans Jacob Debes, sáli, er mammubeiggi hansara. Hann sat á tingi fyri Tjóðveldisflokkin, og átti millum annað týðandi leiklut í tjóðskaparrørsluni í farnu øld. Mamma Arna er, eins og restin av familjuni, íðin tjóðveldiskvinna.
Tey hava altíð tosað nógv um politikk við døgurðaborðið. Arne hevur ongantíð latið seg ávirka, og sum tannáringur fór hann at verja sambandshugsanina.
Hann vísir á, at hann hevur altíð verið sambandsmaður.
- Mamma hevur ongantíð dult, at hon stuðlar tjóðveldinum fult og fast. Men eg havi fingið fríar teymar at velja, og romantikkurin við ríkisfelagsskapinum tiltalar meg. Eg eri glaður og væl nøgdur við føroysku tilveruna. Eitt og hvørt samfelag kann gera ymsar batar, men sum heild hava føroyingar onga orsøk at grenja. Skulu vit framhaldandi hava eitt liviligt samfelag, dugi eg ikki at síggja aðrar møguleikar enn at samstarva við Danmark. Tí eri eg sambandsmaður, greiðir Arne Debes Winthereig frá.
Hann vísir á, at hann hevur ofta sitið einsamallur við sínari politisku hugsjón til føðingardagar. Hann tekur hinvegin skemtandi til, at hann verður framvegis boðin til familjutiltøk.
Framvegis ungur
Arne situr við ídni og prátar um sítt higartil stutta politiska lív á Hvonn. Framman fyri honum stendur ein kaffikanna, sum hann tømir so líðandi.
Orka og hugur lýsir av honum, meðan orðini rapla úr munninum. Tað gerst skjótt greitt, at formaðurin veit, hvat hann tosar um. Hann tykist væl kunnaður um viðurskiftini og grundgevur væl fyri sínum sjónarmiðum.
Tað er skjótt eitt ár síðan, at Arne settist í formansstólin í Unga Sambandinum. Hann hevur átt týdningarmiklan leiklut í, at larmandi politiska tøgnin hjá unga ættarliðnum er av, nú fleiri av politisku ungmannafeløgunum hava tikið blaðið frá munninum.
Tað lá ongantíð í kortinum, at Arne skuldi ganga á odda fyri ungu sambandsfólkini. Meðan hann gekk á handilsskúla fýltist hann á, at ungdómurin hevði onga rødd í almenna rúminum. Tað vant meira og meira upp á seg, og fyri gott og væl einum ári síðan setti hann seg í samband við Unga Sambandi. Hann var á aðalfundinum, sum ikki hevði stórvegis undirtøku, og skjótt fekk hann nýtt spjaldur hongt um hálsin. 26. august í fjør varð hann valdur til formann.
- Tað hjálpir ikki at sita í sofuni og grenja, vil tú hava broytingar. Eg vildi gera mína ávirkan galdandi, og eg frøist um, at ungmannafeløgini aftur hoyrast og síggjast.
Tú ert 25 ára gamal og formaður í Unga Sambandinum. Hvør ambitiónir hevur tú sum politikkari?
Arne hvørvur leitandi inn í sín egna hugaheim eina løtu, áðrenn hann svarar.
- Eg havi í grundini ongar ambitiónir. Eg havi ikki hugsað stórvegis um mínar persónligu framtíðarætlanir, so eg dugi ikki at svara hasum spurningum júst nú, svarar hann greiður á málinum.
Arne starvast dagliga á Marine Harvest Faroes. Hann er just liðugur við fyrsta part av HD1-útbúgvingini.
Tað skorar ikki
Ungmannafeløgini hava í seinastuni kent sviðan av, at yngra ættarliðið hevur ikki stórvegis áhuga fyri politikki. Sum Arne vísir á, setist ungdómurin heldur framman fyri sjónvarpsskíggjan enn at fara til politisk tiltøk. Tað er trupult at skipa fyri tiltøkum, tí undirtøkan er ofta lítil.
Formaðurin í Unga Sambandinum er ikki í iva. Tað er ikki kul, og tað skorar ikki at vera politiskt áhugaður sum ungur í dag. Og serliga ikki, um tú er sambandsmaður.
- Tað dregur so ongan at mær í náttarlívinum. Nei, tað er ikki beinleiðis kul. Ungdómurin er rebelskur og ræðist ikki broytingar. Tey hugsa lítið um tað, sum vit hava, men ynskja okkurt øðrvísi. Tí er nærliggjandi hjá teimum, sum hava áhuga fyri politikki, at flokkast um fullveldið, sum vit ikki hava roynt áður. Hinvegin er mín greiða sannføring, at tað er kul at standa við sítt og sína sambandshugsan, sigur Arne Debes Winthereig.
-------------
ARNE UM…
At vera føroyingur:
- Eg eri eins góður føroyingur og tey mest tjóðveldissinnaðu. Eg síggi ongar vansar í at samstarva við Danmark og samstundis rópa meg føroying.
Drotningavitjanina:
- Tað er sjarmerandi. Eg var ikki ein teirra, sum veittraðu við Dannebrog á Bursatanga, tá tey komu til landið. Men drotningavitjanin órógvar meg í øllum førum ikki.
Sjónarmiðið hjá Tjóðveldi:
- Fáa vit sama samfelag uttan donsku ríkisveitingina, so stuðli eg loysing. Eg dugi bara ikki at síggja, at tað fer at eydnast. Við verandi politikkinum hjá Tjóðveldi er einki alternativ til ABC-samgonguna. Tað er ein stórur veikleiki fyri føroysku skipanina. Ein av størstu flokkunum kann ikki samstarva somikið, at teir eru førir fyri at vera í stjórn. Tað hava vit sæð óteljandi ferðir. Tað hevur við sær, at vit fáa ongar avleiðingar av politikkinum, sum verður førdur í løtuni.
Høgna Hoydal?
- Eg havi altíð virðing fyri Høgna Hoydal, hóast vit eru ósamdir í málinum um ríkisfelagsskapin. Hann er í grundini ikki øðrvísi enn aðrir sambandsmenn, tí hann stuðlar tí, sum hann metir er rætt, eins og vit eisini gera.
Politikaran, hann hevur størst virðing fyri:
- Helgi Abrahamsen er mín føroyska politiska fyrimynd. Hann er sera nærlagdur og ágrýtin í sínum arbeiði og leggur nógv fyri. Tað eru slíkum kempum, sum vit hava tørv á.
------------
FAKTA:
Navn: Arne Debes Winthereig
Føðingardagur: 9. feburar, 1985
Bústaður: Tórshavn
Starv: Marine Harvest Faroes
Útbúgving: Hægri Handilsskúla. HD1.