Ein føðingardagur í Hoyvík leygarkvøldið í síðstu viku gekk ikki heilt sum ætlað. Tí um níggju-tíðina kom eldur í, soleiðis at húsini fingu stóran roykskaða.
Orsøkin til eldin var ein skamfíla á einari uttandura ljósketu, sum vertirnir høvdu hongt upp inni. Sovorðnar jólaperur kunnu blíva óalmindiliga heitar, um tær eru skamfílaðar, og tí festi tað seg í sofuna.
Tað ræður um at vera sera varin við sovorðnum jólaperum, sigur Michael Gram, løgreglurmaður.
– Fyri at fyribyrgja slíkt, eigur mann altíð at brúka 10 minuttir upp á at kanna hvørja einstøku ketu, áðrenn mann heingir tær upp. Hyggja um onkur sjónlig skamfíla er á. Samstundis er týdningarmikið at heingja tað væl upp, soleiðis at tær ikki hanga leysar og kunnu raka okkurt og fáa skaða, sigur Michael Gram.
– Tað er als ikki óvanligt, at eldur kemur í ljósketur. Vit hava nógvar sovoðrnar í Føroyum, so tað er gott, um fólk eru varug við hetta, sigur hann.