Dávid Isfeld hevði eina grein í bløðunum hósdagin, sum hann kallaði “Tíðindastubbi til Helga Abarhamsen”. Yvirskriftin ber boð um, at greinin hevur okkurt nýtt og spennandi at siga frá, men tíverri vísir tað seg, at har eru bara gomul tíðindi.
Í innganginum verður sagt, at Føroyar fóru á húsagang fyrst í 90unum, hóast vit høvdu fullan blokkstuðul. Hetta havi eg eftir hondini hoyrt rættiliga ofta, og tað virkar sum at fólk vilja brúka tað sum okkurt slag av prógvi um, at blokkstuðulin er skaðiligur.
Sjálvandi ber væl til at fara á húsagang, líkamikið hvussu stór inntøkan er. Tann sum altíð brúkar meira enn tað, sum inntøkan røkkur til, fer fyrr ella seinni á húsagang, tað er einki so vist sum tað. Men eingin má halda, at húsagangurin skyldast eini ov stórari inntøku, og at hann einki hevur við útreiðslurnar at gera.
Vit fóru á húsagang við fullum blokki, men vit reistu okkum eisini aftur eftir húsagangin við fullum blokki. Tað var ikki har, ið hundurin lá grivin.
Kunnu ikki skylda uppá onnur
Dávid Isfeld roynir í greinini at geva dønum eina størri ábyrgd av føroyska húsaganginum í 1992. Hann vísir á, at vit fóru av knóranum, hóast danir høvdu stóra ávirkan á føroyskan búskap og politikk.
Eg kann ikki lata vera við at hugsa um ráðgevandi nevndina hjá forsætismálaráðnum. Hon kom einaferð um árið til Føroya við eini frágreiðing, sum ofta var sera kritisk mótvegis førda búskaparpolitikkinum, men føroyingar lurtaðu ikki eftir teimum. Vit vistu betur og kendu føroysk viðurskifti o.s.fr. Úrslitið var, at hesir serfrøðingarnir fóru sum flongdir hundar av landinum aftur, men nú tá syndabukkar skulu finnast, er sjálvandi lættast at siga, at danir høvdu ein týðandi leiklut í Føroyum.
Hvussu stýrdu danir føroyska búskapinum í 80unum? Hvat fyri innlit og eftirlit høvdu teir (annað enn ráðgevandi nevndina, sum vit ikki lurtaðu eftir)? Hvat høvdu loysingarfólk sagt, um danska stjórnin hevði sett Føroyar undir fyrisiting, ella á annan hátt hevði blandað seg uppí búskaparpolitikkin í Føroyum?
Dávid vísir á, at danir umsótu nógv fleiri málsøki í 80unum, enn teir gera í dag, men tað er heldur ikki rætt, tí flestu málsøki, sum eru yvirtikin tey seinnu árini, vóru í praksis yvirtikin eftir grein 9 í heimastýrislógini longu í 70unum.
Spælir við tilvildarligum tølum
Fyri at prógva, hvussu lítlan týdning blokkstuðulin hevur, spælir Dávid Isfeld við ymiskum tølum. Hann samanber blokkstuðulin við bruttotjóðarúrtøkuna nú, í 1992 og í 2002, og niðurstøðan er (ikki heilt óvæntað), at blokkurin fær minni og minni týdning.
Men hví rokna blokkin sum part av bruttotjóðarúrtøkuni? Hví ikki heldur samanbera við úrslitið hjá landskassanum? Føroyski búskapurin (bruttotjóðarúrtøkan), hevur tað sum heild gott, men landskassin (sum er tann, sum hevur mist skerda blokkin) er í kreppu.
Skulu vit trúgva Dávidi Isfeld, so hava vit havt 21% í búskaparvøkstri síðani 2002, og kortini er úrslitið hjá landskassanum farið úr 700 mió. í avlopi til 800 mió. í halli. Rokna so blokkin sum prosentpart av avlopinum áðrenn og aftaná niðurskurðin.
Peningaligt ískoyti
Ímóti endanum á greinini sigur Dávid Isfeld, at blokkurin er eitt peningaligt ískoyti og einki annað. Har eri eg púra samdur. Hvat annað skuldi hann verið? Men lat meg spyrja ein spurning:
Tú hevur tveir pengakassar, sum báðir eru tómir. Tú leggur tvær krónur í annan kassan og eina krónu í hin. Hvørjum av kassunum kanst tú so taka fleiri pengar úr aftur (honum sum tú legði eina krónu í, ella hinum, sum tú legði tvær krónur í)? Er ikki okkurt samband ímillum tað sum fer niður í kassan, og tað sum kann takast úr honum aftur?