Tað er eingin vegur uttan um: Hon má verða í Havn

Tað er eingin ivi um hvar tann stóra brennistøðin skal vera, siga býráðslimir í Havn

Verður endaliga úrslitið, at IRF og Tórshavnar Býráð byggja eina felags brennistøð, skal hon vera í Havn.

Tað gera býráðslimir í Havn, púra greitt.

Bæði brennistøðin hjá IRF og brennistøðin í Havn, eru uppslitnar og í hesum sambandi hava IRF og Tórshavnar Býráð tosað saman um at byggja eina stóra, felags brennistøð, heldur enn at byggja tvær smærri brennistøðir.

Tað hevur ligið í kortunum, at hon skal vera í Havn, men tað hevur Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu, nú sátt iva um.

Hann hevur ført fram, at tað er skilabest at brennistøðin verður verandi í Leirvík.

Hann sigur, at í Leirvík sleppur brennistøðin av við allan avlopshitan til Høvdavirkið – og hon fær enntá pengar fyri avlopshitan, og sostatt er talan um eina inntøku

Hinvegin fær brennistøðin í Havn ikki eitt oyra fyri avlopshitan, Fjarhitafelagið fær, sigur hann.

Býráðslimir hava skift orð um málið og tá staðfesti Heðin Mortensen, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, at Tórshavnar býráð hevur ábyrgd fyri Fjarhitafelagnum. So verður ein felags brennistøð bygd, má hon vera í Havn.

Jákup Dam, býráðslimur fyri Tjóðveldi, sigur, at eingin ivi kann vera um, hvar ein felags brennistøð skal vera.

Hann vísir á, at Tórshavnar Býráð hevur lagt eina fjarhitaskipan um allan býin og grundarlagið má ikki takast undan tí við at flyta brennistøðina.

– Tí má ein nýggj brennistøð verða í Havn, sigur hann.

Tróndur býráðslimur fyri Javnaðarflokki, at brennistøð má vera í Havn, tí Fjarhitafelagið er útbygt fyri hundraðtals milliónir, og tískil er tað ikki ein møguleiki at flyta brennistøðina úr Havn.

Tí skal ein brennistøð vera í Havn, sama um hon verður bygt saman við IRF, ella um Tórshavnar Kommuna byggir sína egnu brennistøð, sigur hann.

Spurningurin um eina nýggja brennistøð, hevur annars verið eitt rættiligt stríðsmál í Tórshavnar Býráð, men nú er alt býráði samt um, hvusus skal farast fram, áðrenn endalig støða verður tikin.

Les eisini: Eru samd um hvussu ein stór ósemja skal loysast

Les eisini: Tórshavnar Býráð sigur nei til felags brennistøð við IRF

https://www.in.fo/news-detail/news/vit-skulu-hava-okkara-egnu-brennistoed-i-havn/?no_cache=1Les eisini: Vit skulu hava okkara egnu brennistøð í Havn

https://www.in.fo/news-detail/news/siga-kortanei-til-samanlegging/?no_cache=1Les eisini: Siga kortanei til samanlegging