Tað er full ferð á KÍ

Í Sørvági vann EB/Streymur stórsigur, meðan tað í Gundadali endaði javnt

KÍ ferðalagið ger nú klárt at fara norður aftur, og lagið er gott. Tað eydnaðist at vinna 1-0 í torføru avbjóðingini á útivølli ímóti Suðringum. Einasti málskjúttin var verjuspælarin Deni Pavlovic, sum stútaði málið miðskeiðis í fyrra hálvleiki.

Úrslitið ber við sær, at KÍ hevur fult stigatal eftir tríggjar dystir á útivølli, og tað er framvegis einki mál farið ígjøgnum hjá Meinhardti Joensen. Málmunurin er 5-0.

 

EB/Streymur varðveitt næstfremsta plássið við sera trivaligum sigri í Sørvági. Úrslitið var 3-0, sum eisini var hálvleiksstøðan. Harvið hevur EB/Streymur sjey stig og er framvegis ósigrað.

Pætur J. Petersen var dagsins maður, tá ið hann skoraði tvey tey fyrstu málini og so legði upp til triðja málið, sum Leif Niclasen skoraði.

Verjuspælið hjá heimaliðnum var ikki sannførandi, og tað kostaði bæði fyrsta og síðsta málið.

 

Í Gundadali endaði grannauppgerðin 1-1.  B36 hevði risa møguleikar at vinna, men Teitur Matras Gestsson í HB málinum bjargaði í seinna hálvleiki brotsspørkum bæði frá Róaldi Jakobsen og Meinhardi E. Olsen.

Meinhard E. Olsen legði B36 framum í fyrra hálvleiki, og Símun Samuelsen javnaði í seinna hálvleiki.

Klokkan 17.00 Víkingur-NSÍ

Klokkan 17.15 AB-Skála