Nú skal barnagarður byggjast á Tvøroyri
Á býráðsfundi í gjárkvøldið samtykti býráðið nevniliga at seta sjøtul á eina tilgongd fram ímóti at byggja barnagarð á Tvøroyri.
Í hesum sambandi hevur býráðið samtykt at játta 200.000 krónur til fyrireikingarnar. Ein partur av hesum fyrireikingunum verður at kanna hjá serkønum fólki, hvat skal gerast, og hvussu stórur nýggi barnagarðurin skal vera.
Hetta arbeiðið skal vera liðugt í seinasta lagi 1. oktober, soleiðis at peningur kann setast av til endamálið á fíggjarætlanini fyri næsta ár.
Bjarni Hammer býráðslimur á Tvøroyri, sigur, at ætlanin er so at fara undir arbeiðið beinanvegin næsta ár.
Tað, sum liggur í kortunum er fyrst og fremst at byggja uppí barnagarðin, sum er í Trongisvági, men alt eftir, hvørja niðurstøðu, serfrøðingarnir koma til, kann talan eisini verða um at byggja heilt nýggjan barnagarð.
Í barnagarðinum, sum er í Trongisvági, er pláss fyri 40 børnum, umframt at vøggustova er til 10 børn. Somuleiðis hevur kommunan eisini ein útibarnagarð til 33 børn. Men umframt barnagarðin hevur kommunan eisini 35 børn í dagrøkt hjá dagrøktarmammum ymsastaðni á Tvøroyri.
Tilsamans eru sostatt 118 børn í barnaansingini á Tvøroyri.
- Tað er harðliga tiltrongt at fáa fleiri dagstovnapláss, tí tað standa heilt nógv børn á bíðilista til at sleppa í barnagarð, sigur Bjarni Hammer.
- Vit royna at eggja fólki til at búseta seg á Tvøroyri, men skal tað eydnast, er eisini alneyðugt at hava so góðar umstøður til tey, at tey vilja búsetast her, leggur hann afturat.