Tað er merkiligt at pápar hava so vánalig rættindi

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, skal nú greiða frá, nær hon ætlar at lata pápar fáa betri rætt til børnini

 

Tað er undranarvert, at rætturin hjá føroyskum pápum og monnum er so skerdur. Tað heldur Pauli Trónd Petersen, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi.

Og nú hevur hann spurt Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinnu á økinum, nær hon ætlar at taka stig til at geva pápum størri rættindi yvir børnunum, teir eiga.

– Skulu vit hava eitt javnt samfelag, har eingin munur er á rættindum og skyldum ímillum kynini, er hetta eitt øki, ið av álvara treingir til broytingar, sigur hann.  

Eyðgunn Samuelsen skal svara spurningunum um nakrar dagar og í hesum sambandi skal hon svara, hvussu tað ber til, at føroysk børn ikki, av sær sjálvum, hava rætt til bæði síni foreldur. Hon skal eisini greiða frá, hvussu tað ber til, at er mamman ikki í hjúnalagi, er tað hon, sum, av sær sjálvum, einsamøll fær foreldramyndugleikan at barninum.

– Foreldur eru týdningarmestu persónarnir í lívinum hjá barninum, og tí er tað sera týdningarmikið, at barnið hevur rætt til bæði foreldur síni, sigur Pauli Trónd Petersen.

Men soleiðis er tað ikki í Føroyum, tí eru foreldrini ikki íhjúnalagi, hevur mamman einsamøll foreldramyndugleikan yvir barninum.

– Tað er ein stórur munur á at annað av foreldrunum hevur foreldramyndugleikan einsamalt, og at bæði foreldrini hava myndugleikan í felag.

Eitt dømi er, at eitt foreldur, ið hevur foreldramynduleikan einsamalt, tekur sjálvt allar avgerðir viðvíkjandi barninum, sigur hann.

Hann leggur afturat, at eitt annað dømi er, at fyri at hava samband við lækna, sjúkrahús, sosialar myndugleikar og barnavernd, krevst, at foreldrini hava foreldramyndugleikan í felag.

– Tá kjak var um barnsburðarfarloyvið í Tinginum herfyri kom fram, hvussu týdningamikið tað er hjá pápum og børnum, at pápar taka sín part av farloyvinum fyri at styrkja tilknýtið ímillum pápa og barn.

Men lógin um foreldramyndugleika stuðlar ikki undir hesa hugsjón, heldur tvørturímóti, leggur hann afturat.