Tað er synd at siga, at tað gongur stillisliga fyri seg, nú teir í sjálvari dimbuldagavikuni í Argja skúla telvast um, hvør skal bera heitið FM vinnari 2013 í talvi.
Super týsdagurin nevna amerikumenn dagin, tá ið flest uppstillingarval í sambandi við forsetavalið eru á skránni. Super hósdagurin var skírisdagur í FM kappingini, tá ið bæði 6. og 7. umfar vóru á skránni.
At tað ikki gekk stillisliga fyri seg sæst aftur í, at einki talv endaði javnt. Tríggir megnaðu at vinna fulla úrtøku, og tríggir fingu einki burturúr. Millum hesar síðstu var FM vinnariní fjør, og harvið er tað greitt, at Carl Eli Nolsøe Samuelsen ikki fer at endurvinna FM heitið.
Nú tað resta tvey umfør er Eyðun Nolsøe aftur fremstur. Hann vann hósdagin bæði á Hans Kristian Simonsen og Finnbirni Vang. Mikukvøldið var Olaf Berg einsamallur á toppinum, men fyrrapartin hósdagin tapti hann ímóti Herlufi Hansen, sum við sigrinum tvífaldaði sína úrtøku.
Seinnapartin fótaði Olaf Berg sær við at vinna á Carl Eli Nolsøe Samuelsen.
Umframt Eyðun Nolsøe vóru tað Martin Poulsen og Høgni Egilstoft Nielsen, sum vunnu bæði talvini skírisdag. Martin vann á Hanusi Brekká og Herlufi Hansen, og hann er nú undir liðini á Olafi Berg - eitt hálvt stig aftanfyri Eyðun Nolsøe.
Yngsti luttakarin í FM bólkinum, Høgni Egilstoft Nielsen, otaði seg við sigrunum hósdagin fram á fjórða plássið - eitt stig aftanfyri oddafiskin, og tað er framvegis møguleiki fyri, at 15 ára gamli sandavágsdrongurin kann lyfta seg hægri upp enn so.
Ólavur Simonsen hevði knívin á barkanum hósmorgunin. Hann vann á Carl Eli, men so snávaði hann ímóti Hans Kristian Simonsen, og harvið tykist FM møguleikin hjá Ólavi at vera fokin.´
Eyðun Nolsøe er einsamallur á odda undan tveimum teimum síðstu umførunum, men hann skal um stórar íður, áðrenn FM heitið kann syftast inn um stokkin: í morgin bíðar Ólavur Simonsen, og so er framvegis møguleiki fyri ultimativari finalu leygardagin ímóti Olafi Berg, sum fyrst skal dystast við Hans Kristian Simonsen.
At Eyðun og Olaf hittast í síðsta umfari kann verða møguleikin hjá Martini Poulsen, sum í morgin skal telva ímóti Carl Eli Nolsøe Samuelsen, og so er tað Høgni Egilstoft Nielsen, sum eigur Herluf Hansen og Carl Eli Nolsøe Samuelsen á.
Higartil hava úrslitini verið sera skiftandi, og tað er heilt sjáldsamt og merkisvert, at í fýra teimum seinastu umførunum er einki talv endað javnt! Hetta eigur at borga fyri undirhaldi, tá ið tað fríggjadagin klokkan 14 verður farið undir 8. og næstsíðsta umfar.
6. umfar
Finnbjørn Vang-Høgni Egilstoft Nielsen 0-1
Hanus Brekká-Martin Poulsen 0-1
Herluf Hansen-Olaf Berg 1-0
Carl Eli Nolsøe Samuelsen-Ólavur Simonsen 0-1
Hans Kristian Simonsen-Eyðun Nolsøe 0-1
7. umfar
Eyðun Nolsøe-Finnbjørn Vang 1-0
Ólavur Simonsen-Hans Kristian Simonsen 0-1
Olaf Berg-Carl Eli Nolsøe Samuelsen 1-0
Martin Poulsen-Herluf Hansen 1-0
Høgni Egilstoft Nielsen-Hanus Brekká 1-0
Støðan eftir sjey umfør
Eyðun Nolsøe 5,5
Martin Poulsen 5,0
Olaf Berg 5,0
Høgni Egilstoft Nielsen 4,5
Ólavur Simonsen 4,0
Hans Kristian Simonsen 3,5
Carl Eli Nolsøe Samuelsen 3,0
Herluf Hansen 2,0
Finnbjørn Vang 2,0
Hanus Brekká 0,5
8. umfar fríggjadagin klokkan 14.00
Finnbjørn Vang-Hanus Brekká
Herluf Hansen-Høgni Egilstoft Nielsen
Carl Eli Nolsøe Samuelsen-Martin Poulsen
Hans Kristian Simonsen-Olaf Berg
Eyðun Nolsøe-Ólavur Simonsen
Styrkistølini undan kappingini
Olaf Berg 2272
Ólavur Simonsen 2201
Martin Poulsen 2194
Carl Eli Nolsøe Samuelsen 2162
Eyðun Nolsøe 2152
Hans Kristian Simonsen 2104
Høgni Egilstoft Nielsen 2072
Herluf Hannsen 2032
Hanus Brekká 2026
Finnbjørn Vang 2022
www.faroechess.com