Skálavík: Hetta er ein vanligur dagur inni í Dalabúðini í Skálavík. Seinnapartur týsdagin hin 24. januar 2006.
Ein eldri maður úr Skálavík er farin til handils. Hann setur prutlið frá sær og fer so innar í handilin eftir tí, sum hann hevur tørv á henda dagin.
Í dag er tað ikki tað stóra innkeypið ein pakki av mjólk, ein posi av eplum og okkurt afturvið einum drekkamunni.
Hann rindar fyri vøruna, og ger seg til at fara. Tá kemur ein annar maður inn ein maður í Skálavík, men sum kortini má metast sum havnarmaður.
Talan er um Áslakkur Jakobsen ella Áslakkur á Kamarinum, sum mong helst betri munnu kennast við. Er hann bara komin ein túr higar henda góðveðursdagin?
Nei, eg búgvi her. Beint nú eri eg farin til handils at keypa eitt vikublað til okkum bæði, meg og konuna.
Ikki sannheit hon fær romanirnar, og eg fáa krossorðini! Soleiðis skal tað vera, sigur Áslakkur, og rindar fyri danska vikublaðið.
Hann og konan hava búð her síðani seinasta summar. Og her trívast tey bæði væl.
Áslakkur hevur arbeiddi sum portørur fram til 1997 og hevur eftir hetta siglt við einum vaktarskipi í samband við oljuleiting á havinum út fyri Afrika.
Gomul ætlan
At Áslakkur og konan seinasta summar fluttu til Skálavíkar er ikki ein hugsan, sum tey komu fram til eftir stuttari løtu.
Nei, eg havi ætlað hetta í mong ár. Og so bleiv tað bara til tað nú.
Vit keyptu eini hús her, og so var bara at sleppa sær suður og fara í tey, sigur Áslakkur.
Hugurin at fara júst til Skálavíkar kemur ikki av ongum. Sjálvur er Áslakkur ættaður higani í faðirætt.
Familjan kemur úr Innaradali, og tað er júst á sama staði, har hann og konan nú eru komin at búgva.
Hetta er eisini eitt gott øki, tí tað var júst úr hesum økinum at gitni rithøvundurin Heðin Brú kom.
Avstressandi
Tey bæði fluttu higar á sumri í fjør, og Áslakkur kann bara staðfesta at tað er sera gott at búgva her suðuri.
Her er gott og friðarligt, og eitt sera gott stað at búgva hjá okkum sum eru komin nakað til árs.
Skal eg siga akkurát sum tað er, so er tað sera avstressandi at búgva her, sigur 69 ára gamli havnarmaðurin í Skálavík.
Ein faktorur í tí at trívast á einum staði er, at ein hevur okkurt at takast við. Og tað hevur Áslakkur eisini.
Eg arbeiði fyri tað mesta uppá húsini. Hetta eru eini gomul hús, og tað er altíð okkurt at gera við tey, sigur hann.
Besti dagurin
Tað eru tó undantøk í gerandisdegnum hjá Áslakki. Tað eru ikki allir dagar, har hann júst fæst við at hampa um húsini.
Eitt dømi um hetta var hesin týsdagurin, tá vit vitjaðu í Skálavík. Henda dagin var nevniliga av allar allar fagrasta veðri.
Ja, hvat havi eg gjørt í dag? Faktiskt einki. Men tað hevur eisini sína orsøk.
Hetta er tann fyrsti ordiliga góði dagurin í ár, kann man siga. So hesin dagurin er bara farin til einki. Eg havi simpelthen bara notið tað góða veðrið, sigur Áslakkur og brosar.
Nú er Sandoyggin ikki av størstu oyggjum. Tað er kortini mest einfalt at hava ein bil fyri at koma fram og aftur um ein skal onkustaðni.
Bil hevur Áslakkur ikki, men eitt lítið prutl, sum hann brúkar til at gerast ymisk ørindi í bygdini.
Hetta prutlið er gamalt, næstan líka so gamalt sum eg!, sigur hann.
Onkur annar dukkar upp
At taka eitt so stórt stig sum at flyta úr stórbýnum, tað fær ein sjálvandi nakrar viðmerkingar til.
Tá tey avgjørdu at flyta til Skálavíkar, so kom tað kanska óvart á onkran. Men fyri familjuna hjá Áslakki var tað ikki eitt so stórt stig.
Vit hava eini onnur hús her í grannalagnum. So tað kundi so væl hent, at onkur annar teirra dukkaði upp her eisini, áðrenn man visti av nøkrum, sigur hann.
Vinirnir og starvsfelagarnir hildu í øllum førum, at hetta var ein frísk og røtt avgerð hjá teimum at taka, nú tey fluttu suður.
Áslakkur heldur sjálvur, at hetta er ikki nakar trupulleiki. Tí, sum hann sigur:
Hvør tosar um avstand í dag? Tað tekur bara sindur meiri enn ein tíma, frá tí tú fert higani og til tú ert í Havn.
Tað er einki. Og so sleppur ein einar 10 ferðir um Skopunarfjørð um dagin, sigur hann.