- Tað er týdningarmikið við einari tónleikaútflutningsstovu

Í dag kemur eitt uppskot fyri løgtingið um eina nýggja tónleikaútflutningsstovu

Í dag kemur eitt uppskot fyri løgtingið um eina nýggja tónleikaútflutningsstovu, sum skal virka fyri útflutningi av føroyskum tónleiki. Hetta skal sambært uppskotinum m.a. verða gjørt við at marknaðarføra tónleik uttanlands, veita ráðgeving og samstarva við føroyska tónleikaumhvørvið fyri at stimbra vinnuna.

 

Uppskotið kemur sum liður í politikkinum fyri skapandi vinnur, har mælt verður til at gera eina røð av átøkum fyri at menna skapandi vinnurnar í Føroyum.

  

Uppskotið kemur frá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, og Poul Michelsen, landsstýrismaður, heldur uppskotið vera umráðandi fyri føroysku tónleikararnar, tí teir av hesari orsøk kunnu koma í samband við tey røttu fólkini og skapa sær eitt breiðari netverk uttanlands.

 

- Tað er ómetaliga týdningarmikið við einari tílíkari útflutningsstovu. Í roynd og veru er tónleikurin í Føroyum á einum støði, sum fleiri halda vera áhugavert, og fleiri og fleiri føroyskir tónleikarar gera seg galdandi uttanlands. At skipa tónleikavinnuna í eina útflutningsstovu við meira málrættaðum endamáli fær tónleikin hjá okkum í eina tryggari legu, sum kann hjálpa okkara tónleikarum at finna tað rætta netverkið úti í heimi, sigur Poul Michelsen.

 

 

Landsstýrismaðurin metir tónleikaútflutningsstovuna vera mennandi fyri bæði tað mentanarliga og tað búskaparliga, tí pengar kunnu koma inn til landið frá tónleikavinnuni.

 

- Hatta er nakað, sum kann geva okkum búskaparliga menning, samstundis sum tað er ein menning av føroyska tónleikaumhvørvinum. Tað eru bæði tann mentanarligi og vinnuligi parturin, sum verða styrktir av hesum, sigur Poul Michelsen.

 

Sum nú er, eru nakrar skipanir, har tónleikarar kunnu søkja um stuðul frá – m.a. frá Mentanargrunni Landsins og Vinnuframagrunnurin. Samstundis er Loftbrúgvin eitt tilboð til tónleikarar og listafólk, men eingin skipan er enn, sum miðvíst virkar fyri útflutningi av føroyskum tónleiki, eins og uppskotið um tónleikaútflutningsstovuna leggur upp til.