Heri Mohr
----
9.apríl 1940 varð Danmark hersett av týskarum, 13. apríl vórðu Føroyar hersettar av bretum, og 25. apríl kunngjørdi bretar (BBC) á mongum málum, at føroysk skip hereftirdags í krígstíðini skuldu nýta føroyskt flagg.
Í bókini Víkingasynir lesa vit millum annað:
”9. apríl 1940 fór sluppin “Eysturoy” úr Klaksvík við ísfiski til Aberdeen. Skipari var Hans Mikkelsen úr Sørvági. Ferðin gekk væl, sum vanligt. 11. apríl vóru teir komnir suður móti Bretlandi, men har hendi teimum tað óvanliga, at eitt enskt krígsskip steðgaði teimum. Teir løgdu stilt, krígsskipið setti bát út, og har komu alvápnaðir menn at borði á ”Eysturoynni.” 4 yvirmenn komu upp á dekkið; teir spurdu, hvaðan hetta skipið kom, og hvar tað skuldi fara. Jú, teir komu úr Føroyum og skuldu til Aberdeen. Tað lurtaðu hesir góðu menn næstan ikki eftir; teir tyktist at hava so góðan hug á mesanmastrini. Teir hugdu so dúgliga upp á hana, og tá sigur hin hægsti av teimum, og tað hoyrdist, at hetta vóru ørindi teirra: ”Tak hatta flaggið niður!” Jú, teir so gjørdu. ”Hava tit einki annað flagg?” segði so bretin við skiparan. “Jú,” segði skiparin, “eitt annað flagg hava vit.” ”Hvat flagg er tað,” segði bretin. ”Føroyskt flagg,” segði Hans, og í sama viðfangi sigur hann við ein av manningini: ”Loyp niður eftir tí!” Tað var skjótt gjørt, og tá bretin, sum førdi orðið, sá tað, sigur hann: ”Drag tað upp! (…)”
Á opnum havi í ófriðartíð hevði føroyskur fiskimaður flaggið á.( ….). Í vandatíðini miklu, í sorgartíðini tungu varð Føroya flagg vígt.”
”Merkið”, tað føroyska flaggið, kann so ruddiliga sammetast við uppruna og søgu hjá fløggum í flest øðrum londum: kenslubornan romantikk, fosturlandsalsk, gleði, sorg, beiskt stríð og raman álvara eisini í kríggi. Men tað løgna er, at hóast søgan um ”Merkið” byrjar fyrst í farnu øld, so markerar okkara flaggdagur 25. apríl tíðarskeiðið 1940-1945, tá vit sigldu við fiski millum Føroyar-Ísland-Skotland, og als ikki ta skjótt hundrað ára gomlu upprunasøgu flaggsins.
Søgan um okkara flagg er 91 ára gomul.
Í 1935 gav Hitt føroyska studentafelagið í Keypmannahavn út 25 ára minnisrit. Í hesum riti skrivaði Janus Øssursson áhugaverda grein, hann kallaði Studentaflaggið, millum annað:
”(…) Lisberg skeyt so upp, at krossurin skuldi vera bláur uttast og reyður innan (…). Vit fingu so beinan vegin gjørt okkum hvør sítt lítið borðflagg í Nordisk Flag og Fanefabrik í Frederiksbergsgøtu av hesum nýggja flaggi. Og hesi bæði fløggini vórðu so av Louis Zachariassen á fyrsta sinni borin fram fyri føroyingar á føstugangsveitsluni í Føroyingafelagnum (Brohusgade 17) 2. mars 1919, og 11. mars sama ár varð flaggið einmælt goðkent í Studentafelagnum.”
Í frásøgubók Føroyingafelags um fundin og veitsluna skrivaði Emil Joensen: ”(…) Rasmus Rasmussen, háskúlakennari, helt talu fyri Føroyum, Andreas Samuelsen, fólkatingsmaður, fyri Danmark og Jóannes Patursson, landstingsmaður, fyri Føroyingafelagið. Tá ”Eg oyggjar veit” var sungin, stóð stud. polyt. Louis Zachariassen fram við einum nýggjum føroyskum flaggi. Hann bað føroyingar um at nýta hetta flaggið í staðin fyri Veðraflaggið. Tann hvíti liturin skuldi minna okkum um havbrosið og hin reina klára himin, meðan tann reyði og blái krossurin, samansettur av teim elligomlu føroysku litunum, skuldi minna um skyldskapin við øll hini norðanlond, ið eisini nýta krossflaggið (….).”
”Stutt aftaná fór Lisberg til Føroya og hevði flaggið við sær. Í heimbygd síni vant hann tað á stong, og varð Fámjin soleiðis fyrsta føroyska bygdin, har hetta merkið veittraði.
Honum var ikki langt lív lagað. Spanska sjúkan herjaði illa tað árið (….)., og sóttsligin gjørdist hann veikari og veikari og andaðist móti heysti eftirfylgjandi ár (…). Men merkið blaktrar yvir minni hans og vil blaktra so leingi Føroyar standa.”
Jens Olivur Lisberg las jura og var einans 23 ára gamal, tá hann doyði.
Kunngerðin 25. apríl 1940 frá tí bretsku stjórnini um tað føroyska flaggið fór sum kunnugt úr gildi sama dag, 8. maj 1945, tá kríggið endaði um okkara leiðir. Leikluturin hjá okkara flaggið undir krígnum gjørdi sítt til, at eitt drúgt flaggstríð fekk sín enda, og at flaggið varð lóggildað við heimastýrislógini í 1948. Og í 1959 kom løgtingslóg um flaggið.
Tað kann kanska tykjast løgið, at dagurin, 25. apríl 1940 – tá BBC kunngjørdi, at skip við føroyskum flaggi á mastur og málað á báðum síðum skuldu verða vard og ikki álopin av teimum sameindu, meðan kríggið leikti á – skuldi gerast okkara flaggdagur í 1947! Var tað ikki malplacerað; betri ógjørt? (Tá var loysingarøsingin hjá Fólkaflokkinum í hæddini, tjóðveldiseggið ikki í stropa.)
Áttu vit ikki at tikið stig til at broytt flaggdagin til 22. juni við støði í tí søguligu hendingini, sum fór fram nevnda dag í 1919, tá tað fyrsta føroyska flaggið, frumflaggið, varð vundið á stong í Fámjin av sjálvum flaggarkitektinum, tí 22 ára gamla Jens Olivur Lisberg. Hetta var tað sama flaggið, sum varð stórliga fagnað av Rasmusi Rasmussen (á Háskúlanum), Jóannesi Paturssyni, Andrasi Samuelsen, Louis Zachariassen, Janusi Øssurssyni o.ø. í Keypmannahavn 2. mars 1919 og einmælt góðkent av studentafelagnum 11. mars sama árið. Tað er jú í roynd og veru Olivuri Lisberg (og øðrum) fyri at takka, at BBC gjørdi Merkið og ikki Veðraflaggið heimskent 25. apríl 1940. At flaggdagurin átti at verið hansara heiður, og ikki bretska útvarpsins, er ikki annað enn rímiligt og søguligur rættur. Tessvegna eigur flaggdagurin at verða broyttur til 22. juni.
….tað hevur ikki verið uttan orsøk, at Rasmus Effersøe, sáli, biður okkum ikki lata søguna doyggja, men goyma hana væl. Hansara fjálgu orð hava annað uppiborið enn at enda sum innantómt fótatraðk við lítlum trúvirði brúkt og misbrúkt í fundamentalistiskum skotgrøvum.