Tað fullkomnað summarið hjá Brandi

Nýggj stakfløga við Brandi Enni er komin í sølubúðirnar. Á fløguni eru tveir nýggir poppsangir, sum eru framleiddir í upptøkuhølum í Danmark

Nú liggja tveir spildurnýggir sangir klárir til fjepparar hjá Brandi Enni, tí í gjár kom nýggja stakfløgan Perfect Summer í sølubúðirnar.
Talan er um eina fløgu við tveimum poppsangum, sum eru tiknir upp í upptøkuhølum í Danmark.
Heitislagið hava Niclas Johannesen og Lena Anderssen skrivað. Niclas og Óli Poulsen hava staðið fyri framleiðsluni av lagnum, sum er ein lættur summarsangir.
Hin sangurin á fløguni er framleiddur í MediaMusic, har Eyfinn Jensen, Leivur Thomsen og Dan Faurholdt hava staðið fyri innspælingunum. Hesin sangurin kallast Dance (The Funky Cha Cha).

Nógv at gera
Brandur Enni hevur havt úr at gera í hesum árinum. Í vár kom føroyska fløgan hjá honum, Waiting in the Moonlight, og síðani hevur Brandur havt konsertir bæði heima og í útlandinum.
Brandur hevur havt útseldar konsertir í Havn, og hann spældi í juni fyri túsundtals fólki í íslendska høvuðsstaðnum. Hann vitjaði eisini hjá Bubber í donskum sjónvarpi fyri tveimum mánaðum síðani.
Fyrr í hesum mánaðinum var Brandur í upptøkuhølunum í Danmark, har hann sang nýggju sangirnar inn. Aftan á ólavsøku verður farið í holt við upptøkurnar til tríggjar sangir afturat, og tá eru allir sangirnir lidnir til útgávuna, sum skal brúkast í útlandinum.
Brandur Enni skal hava tvær konsertir á ólavsøku. Tær verða báðar ólavsøkuaftan. tann fyrra er klokkan 20.00 og tann seinna kl. 22.00.