Tað hevur verið og er nóg mikið til av fiskakøssum

  

Kassamiðstøðin er eitt partafelag, stovnað av vinnuni í 1995, at hava tøkar fiskakassar til fiskivinnuna og halda hesar viðlíka.
Kassamiðstøðin hevur síðan byrjan keypt 1/4 mill. kassar fyri eitt virði av 56 mill. kr., og bert seinasta árið eru keyptir 50.000 kassar fyri eitt virði av 16 mill. kr. ? ein vøkstur uppá 35-40%.
Hóast fiskiskapurin er vaksin sera nógv seinastu árini og ein vaksandi partur av fiskinum fer heilur av landinum í fiskakøssum, hevur Kassamiðstøðin megnað at hava kassar tøkar. Í seinastu viku stóðst mikið rok av at fiskakassar skuldu mangla, og at útróðrarfiskur sostatt mátti seljast óskildur, við lægri prísi til fylgju.
Tá mest fiskur kom upp á land í seinastu viku, hevði Kassamiðstøðin 35.000 kassar eftir á goymsluni.
Tá Fiskamarknaður Føroya hevur ført fram, at útróðrarfiskurin má seljast óskildur vegna trot á fiskakøssum, er hetta sostatt ikki rætt.
Fiskamarknaður Føroya hevur seinasta árið gjørt íløgur í stór skiljibond, bæði í Klaks-vík og á Toftum. Hesi kunnu sum skilst skilja 8 kassar um minuttin í part, ella 1000 tons um damdøgrið ? í smáum køssum. Um hetta ikki er nóg mikið, standa nógv skiljibond runt á virkjunum, sum uttan iva kunnu leigast tá á stendur. Køssunum skal Kassamiðstøðin koma við!

Hvar er trupulleikin???
Tað hevði kanska verið meira hóskandi hjá Fiskamarknaði Føroya at fyrireika seg til støðuna fyri at verið við til at loyst uppgávuna, ístaðin fyri bert at koma við atfinningum.