Tað kann ikki vera øðrvísi

- Eg havi ongan møguleika uttan at mæla fólki frá at eta grind. Gjørdi eg annað, hevði eg følt meg illa, sigur Høgni Joensen, landslækni

- Eg havi fult álit á teirri gransking, sum nú hevur elvt til, at vit hava mælt føroyingum frá at eta grind.

Tað staðfestir Høgni Debes Joensen, landslækni

Ì løgtinginum í gjár, var alvorligur ivi sáddur um tilmælið um at halda uppat at eta grind og um granskingina, sum liggur aftanfyri.

Pál Weihe er burturstaddur, so tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá honum.

Men Høgni Debes Joensen staðfestir, at útfrá teimum granskingarúrslitum, sum eru komin, hevði hann ongan annan møguleika enn at mæla føroyingum frá at eta grind.

Hann er eisini fullgreiður yvir, at hetta er eitt ógvuliga víttfevnandi tilmæli og hann ásannar, at tað var við tungum huga, at tilmælið varð givið. Men hann sigur, at hann hevði onki val útfrá teimum úrslitum, sum fyriliggja.

- Gjørdi eg annað, hevði eg ikki følt meg væl, staðfestir hann.

Hann staðfestir sostatt, at hann hevur fult álit á teirri gransking, sum tilmælið um at gevast at eta grind, er bygt á.

- Annars hevði eg ikki boðað frá einum slíkum tilmæli. Leggur hann afturat.

Hann staðfestir, at tað er dygdargóð gransking, sum tilmælið byggir á og at hetta eru granskingarúrslit, sum eru almannakunngjørd í eini røð av greinum í høgtmettum vísindaligum tíðarritum í heiminum.

Tí er hann púra sannførdur um, at tilmælið byggir á púra klettafast, vísindaligt grundarlag.

Les eisini greinina: heglaðir niður fyri at mæla frá at eta grind