Tað kann lata seg gera!

Fullveldið kann skipast uttan at tað kemur at svíða ov fast á teimum veikastu herðunum.

Men tað hevði hjálpt um núverandi løgting bar seg at eins og tað hevði fulla tjóðarábyrgd.

Tað kann løgtingið gera um tað vil.

Eitt nú við at bíða við lønarhækkingum til sín sjálvs.

Ella at útseta nýtt løgtingshús nøkur ár og ímeðan fáa semju um málið. Og ikki gera eins og við apoteksútsøluni í miðbýnum. Og eisini við at fáa eina einkla landsfyrisiting, soleiðis at vit hava ein aðalstjóra og deildarleiðarar. Fyrisitingin kundi kanska verið skipað á sama hátt sum í eini altjóðafyritøku.

Og er ikki bíligari at fáa Beskytteren sum part av krígsendurgjaldi fyri kalda kríggið, heldur enn at byggja eina nýggja tjaldursjollu fyri 100 milliónir? So høvdu vit jú havt eitt rættiligt krígsskip!

Gleðiligt er, at E.S. umsíður gongur okkum eitt lítið sindur á møti. Man tað ikki vera av respekt fyri fullveldisætlanunum?

Annars er at vóna, at tann parturin av vinnulívinum, sum roynir at sleppa rundan um danskar millummenn, ger vart við seg saman við øðrum, soleiðis at okkurt kemur fram í miðlunum um allar fyrimunirnar í frælsinum.

Tað hava vit hoyrt alt ov lítið um!

Vit vilja jú so treyðugt sleppa korninum í lógvanum!

Men er nakað at ivast í, nú Dimmalætting, eitt nú við Barry Bartman og Cleo Paskal úr Canada, hevur prógvað hvussu nógv lættari tað er at vera fræls smátjóð heldur enn hjáland?

Vit skulu ikki gloyma, at í øllum tí kalda krígnum stóðu vit fyri eystanvápnum, meðan Kristiansborg allarhelst slapp undan tí eyðmjúking.


Við fullveldiskvøðu

Hanus Vang