Tað kostar 3000 krónur at bíða eftir grundstykki

Fyri at fáa eina veruliga mynd av tørvinum á grundstykkinum í Tórshavnar kommunu, skulu fólk rinda eitt depositum fyri at standa á bíðilistanum. Soleiðis er møguligt at stytta bíðilistan, og har við bíðitíðina. Depositum verður afturgoldið, tá grundstykkið er keypt. Tað skrivar Tórshavnar kommunu síni heimasíðu.

Gott og væl 1.600 fólk eru á bíðilista í løtuni hjá Tórshavnar kommunu og bíða eftir grundstykki, so tey kunnu byrja at byggja sær hús.

Kommunala umsitingin sigur seg hava varhugan av, at ein partur av teimum á bíðilistanum eru har, tí tað er ómakaleyst og ókeypis at vera á listanum. Tað hevur við sær, at bíðilistin neyvan vísir veruliga tørvin, og at fólk við veruligum tørvi á grundstykkum bíða ov leingi. Tí verður eitt depositum á 3.000 krónur lagt á hvønn persón á bíðilistanum.

Depositum fyri fyritøkur er 25.000 krónur.

- Kommunan hevur gjørt stórar íløgur í at gera grundstykkir byggibúgvin, og vit vilja kenna veruliga tørvin, um byggibúgvingin skal halda fram. Tað eru ikki so fá grundstykkir tøk, og tí er ikki meira enn rímiligt, at tey, sum hava ein veruligan tørv á grundstykki, sleppa at keypa. Ein óreellur bíðilisti eigur ikki at vera ein forðing, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Um tað er soleiðis, at fólk ikki hava ráð her og nú at rinda depositum, kann ein lagaligari gjaldsfreist avtalast við kommununa, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu.