Tað liggur í blóðnum at selja

- Fyrstu ferð, eg royndi meg sum sølumann, var eg 12-13 ára gamal. Eg havi traðkað barnaskógvarnar í handilsumhvørvi millum handilsmenn, sum barn var ikki tosað um annað undir máltíðunum enn handil, og tí liggur tað í blóðnum at selja, sigur Johannes Brandal í Klaksvík, sum í síðstu viku fór undir at selja innbúgv

Eingin sparkar føturnar undan honum. Seinastu gott og væl 25 árini hevur Johannes Brandal í Klaksvík verið handilsmaður burturav. Fyrstu nógvu árini seldi hann klæði, síðani gjørdist hann matstovueigari, og í síðstu viku lat hann upp handilin Brandal Møblar.

Nógv hevur verið av tilvild. Og søgan aftan fyri nýggja møblahandilin í Klaksvík er einki undantak. Johannes Brandal fór ein dagin í býin at gera nøkur ørindi, og tá ið hann kom heim aftur, hevði hann keypt bygningin, har nýggi handilin nú húsast. Tað var upprunaliga abbi Johannes, Johannes úr Hvalvík, sum bygdi húsini.

- Eg eri uppvaksin í hesum umhvørvinum. Eg traðkaði mínar barnaskógvar her millum møblar og arbeiddi her, áðrenn eg byrjaði fyri meg sjálvan sum handilsmaður. Hugurin til at selja innbúgv hevur verið í mær síðani, og tá ið høvið nú var at keypa henda bygningin, so tók eg tjansin, sigur Johannes Brandal.


Stórur áhugi

Fyri nógvum árum síðani vóru tveir handlar í Klaksvík, sum seldu innbúgv. Eisini sum heilt ungur minnist Johannes Brandal, at tveir handlar vóru, og nógv var at gera.

- Eg arbeiddi saman við abba mínum, pápa og mammubeiggja mínum. Tað var í teirri tíðini, tá ið tær dupultu sovisofurnar skuldu inn í hvørt einasta hús.

- Enn er ov tíðliga at meta um, um grundarlag er fyri tveimum handlum í dag, men tað meti eg kortini, sigur Johannes Brandal, sum letur væl at undirtøkuni hesar fáu dagarnar, síðani handilin lat upp.

Í Brandal Møblum er í høvuðsheitum danskt innbúgv at fáa.

- Danskt design er ógvuliga væl umtókt í øllum heiminum í dag. Umframt hava við finskar og italskar leðurmøblar, innbúgv úr Svøríki, og so hava vit fingið einaumboð uppá Wonderland boksmadrasssur í Noregi. Henda fyritøkan er millum tær størstu av sínum slag í Norðurlondum. Prísirnir er miðal, úrvalið er fjølbroytt, og bæði til yngri og eldri. Eisini hava vit leys teppi og seinni er ætlanin at selja brúkslutir, sigur Johannes Brandal.

Handilsmaðurin vónar, at fólk aðra staðni frá fáa hug at koma til Klaksvíkar og síggja stóra úrvalið.


Í fjórðingsøld

Í 1973 fór Johannes Brandal undir at selja klæðir. Miðskeiðis í áttati árunum bygdi hann ein stóran handilsbygning í grannalagnum hjá tí gamla handlinum, sum hann framvegis eigur. Hesin stóri bygningurin var gjørdur til annað og meiri virksemi enn júst klædnasølu. Eitt nú var matstova á ovastu hædd. Tá ið stóra fíggjarkreppan kom, varð Johannes Brandal noyddur at snara lykilin um.

- Tað var Føroya Banki, sum snaraði lykilin um fyri okkum, hóast vit fingu eina góða avtalu við danska fíggjarstovnin, sum vit høvdu lán frá. Vit vórðu sparkað út, uttan at fáa somu sømdir sum onnur fingu, men eg eri kortini ikki beiskur í dag, hóast talan var um lítla upphædd, sigur Johannes Brandal.

Hann misti kortini ikki áræðið, og tríggjar mánaðir seinni lat hann klædnahandilin upp í Havn.

- Eg seldi klæðir í Havn í trý ár, til eg fann út av, at eg ikki treivst í Havn. Antin mátti familjan flyta til Havnar ella mátti eg aftur til Klaksvíkar. Og so varð.

- Tað var møtimikið at byrja aftur. Tíðirnar vóru ringar, fígging fekst eingin, men Havnin var einasta staðið, har tað bar til at selja nakað. Í Klaksvík var púra steindeytt. Norðingar merktu heilt greitt nógv meiri til kreppuna og arbeiðsloysið enn havnafólk.


Troyttur av klædnasølu

Handilin í Havn varð seldur í 1995 til Handilskjarnan.

- Tá var eg ógvuliga troyttur av at selja klæðir. Tað var komið mær upp um hálsvølin, so tað var eisini ein orsøk til, at eg gavst.

- Eg stúri sum so ikki fyri, um ringar tíðir koma aftur. Íløgan í møblahandilin er ikki so stór, og vit kunnu væl liva við eini minni sølu.

Ikki sørt av rumbli hevur staðist av bygninginum, Johannes Brandal hevur keypt til møblasøluna. Bygningurin varð keyptur fyri 2 mió. krónur beint áðrenn, undanfarnu eigararnir fóru av knóranum.

- Ein sakførari ætlaði at fáa handilin at ganga aftur, hóast einki ólógligt er gjørt og prísurin er í lagi. Fleiri mánaðir eftir, at eg hevði keypt bygningin, kemur ein annar áhugaður keypari og hevur hug at bjóða hálva miljón meiri. Eg havi keypt í góðari trúgv og sakførarin hjá mær metti ikki, at handilin kundi ganga aftur. Men fyri at leggja lok á málið og fyri at fáa frið at reka handilin, og ikki noyðast út í eina rættarsak, sum kundi tikið fleiri ár, tók eg við eini semju, har eg varð noyddur at gjalda 200.000 krónur afturat. Og nú er málið avgreitt, hóast hetta er ein dýrt keyptur friður, sigur Johannes Brandal.

Fyri fýra árum síðani gjørdi Johannes Brandal eina roynd at keypa stóra bygningin, hann lat byggja í áttati árunum, aftur, men tað eydnaðist ikki, tí annar bjóðaði meir.


Í aðra vinnu

Johannes Brandal hevur ikki gingið hendur í lumma síðani, hann gavst at selja klæðir. Gamli handilsbygningurin, sum hann av fyrstan tíð byrjaði í, er settur í stand, og hann hevur latið matstovuna Hereford upp.

- Tað er ein heilt onnur vinna, men eg kenni eitt sindur til matstovuvinnuna frá tíðini, vit høvdu matstovu í stóra handilsbygninginum.

Tað er tungt at reka matstovu í Klaksvík. Hereford hevur havt undirskot.

- Vit hava bíðað eftir skeinkiloyvinum í tvey ár. Loyvisnevndin hevur fund í næstu viku og tá vóni eg, at vit fáa grønt ljós. Áðrenn eg fór í holt við matstovuna, spurdi eg meg fyri, um eg ikki kundi søkja og fáa eina prinsippavgerð. Tað bar ikki til, tí eingin kundi søkja um skeinkiloyvi til eina matstovu sum ikki er til. Men tá ið ein matstova í Havn lat upp her fyri, hevði hon skeinkiloyvi sama dag. Við øðrum orðum bar tað til at viðgera eina umsókn hjá eini matstovu í Havn, sum ikki var til, men ikki í Klaksvík.

- Tað er ómøguligt at reka matstovu í dag uttan skeinkiloyvi. Vit meta, at býurin hevur brúk fyri eini matstovu av hesum slagnum, og tí halda vit á, sigur Johannes Brandal.