- Í Føroyum kosta matur, gerandisvørur, ferðaseðlar og tænastur alt ov nógv og tað má blíva bíligari at virka og liva her.
Tað halda Bjørt Samuelsen og Aksel V. Johannesen í vinnunevndini hjá løgtinginum.
Sum tað sæst longur niðri á Portalinum, vilja limirnir hjá samgonguni í vinnunevndini ikki taka undir við uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum um at seta eina nevnd, sum skal koma við tilmælum um ítøkilig uppskot at gera tað bíligari at liva í Føroyum.
Men tað halda umboðini fyri Javnaðarflokkin og Tjóðveldi, at vit eiga at gera.
- Hetta er álvarsmál fyri gerandisdagin og trivnaðin hjá familjum, og fyri kappingarførið hjá vinnuni, siga Bjørt Samuelsen og Aksel V. Johannesen.
Tey halda, at tað er neyðugt at kanna prísin á vørum, tænastum, býli, rentustøði við meira.
Tey vísa á, at flatskatturin hevur gjørt tað lættari hjá fólki við góðari løn.
- Men hjá teimum mongu túsund, sum frammanundan mugu venda hvørjari krónu, er støðan bert broytt til tað verra.
Tey halda tað heilt einfalt vera eina skyldu hjá politisku skipanini at gera alt, sum gerast kann, at fáa kostnaðarstøðið niður.
Janus Rein úr Framsókn tekur eisini undir við at prísstøðið verður kannað.
Men hann er sannførdur um, at har nóg mikið av útboði og nóg nógvir veitarar eru á marknaðinum, tryggjar kappingin røttu prísleguna.
- Kanningarnar eiga tí í høvuðsheitinum at umfata almennar og privatar vørur, veitingar og tænastur har monopol, duopol ella fáir veitarar gera seg galdandi, sigur Janus Rein.