ANTIKVITETIR
Í dag klokkan 11 letur upp forvitnisligur handil í gomlu Fútastovu í Gongini 3 í Havn. Tað er Thurid Samró, sum har fer at selja antikvariskar búnyttur, pløgg og annað, ið hoyrir húsinum til.
? Eg havi altíð havt stóran áhuga fyri antikvitetum, og tá eingin antikvariskur handil sum so er í Føroyum, fóru vit undir hetta, sigur Thurid Samró, sum saman við manninum, Óla Samró, eigur Fútastovu, sum í sínari tíð hýsti handlinum hjá Carl á Lag.
Thurid sigur, at stílurin er tann romantiski, sum tykist vera komin í hásæti aftur. Thurid hevur fingið inspiratión á Nørrebrúgv í Keypmannahavn, har hon hevur havt samband við slíkan handil.
? Eg havi roynt at innrættað handilin sum eitt heim. Tað skal bera til hjá fólki at fáa inspiratión við at koma inn í handilin, sigur Thurid. Og at tað er heimligt, sæst á øllum brøgdum. Í handilum eru fleiri stovumøblar at síggja, og uppi á hevur Thurid innrættað eitt fullriggað sovikamar við øllum, sum hartil hoyrir ? pyjamas, handklæði o. s. fr.
Tað eru í dag júst 9 ár síðani, at Thurid lat upp handilin Nátúr í húsunum hjá Essaba á Áarvegnum. Tá hon byrjaði, var handilin tann størri parturin, meðan café?in var tann minni parturin. Tá hevði hon eitt minni úrval av antikvariskum møblum, men so hvørt café?in vaks, hvarv handilin.
Thurid hevur eisini hvat tvær stórar uppboðssølur við antikvariskum møblum, eina í Ítróttarhøllini á Hálsi og eina í Badmintonhøllini í Havn.
Fútastova er sett í stand innan. Hugnaligu bróstinini eru fingin framaftur, litirnir eru teir gomlu, gólvið er pussað og nøkur av vindeygunum eru skift út og sett í gamlan stand. Seinni í summar verða húsini sett í stand uttan, flag lagt á tekjuna, so tey fáa gamla sniðið aftur.
Romantiskt kunnu vit siga, at tað er vorðið í Fútastovu, sum osar av søgu. Tað var her, fútin hevði til húsa, tá Nólsoyar Páll gjørdi um seg fyri 200 árum síðani og yrkti fuglakvæði. Tað var her, V. U. Hammershaimb, fúti búði, sum var abbi málmann okkara við sama navni. Her hevur verið skúli og her hevur verið kirkja, tá Havnar Kirkja var umbygd í 1860 árunum, og her búði Súsanna, vinkonan hjá Barbaru í bókini hjá Jørgen-Frantz?
? Eg ætli mær ikki at gera tað stóra burturúr. Vit lata upp stillisliga, sigur Thurid, sum leggur dent á, at hon ger hetta, tí hon hevur áhuga fyri hesum og alsk til umhvørvið í gomlu Havnini.