Í Dimmu 10. juli 2013 heldur Jacob Vestergaard ikki, at veiðitrýstið undir Føroyum er ov høgt. Eg haldi, at umsitingin í Fiskimálaráðnum ella leiðslan á Havstovuni eiga at greiða Fiskimálaráðharranum frá, hvussu veiðitrýstið verður roknað av fiskifrøðingum, so kanska hann segði nakað annað.
Veiðitrýstið er ikki tal av døgum ella tal av húkum ella hvat mát vit áseta fyri veiðuorkuna.
Veiðitrýstið í fiskifrøðisligum samanhangi er: Tann brotparturin av tøka stovninum, sum verður fiskaður hvørt árið.
Hesin brotpartur verður roknaður út frá árliga tilvøkstrinum til stovnin. Tilvøkstur er tal av ungfiski og hvussu væl hann veksur.
Líka síðan 1996 hevur veiðitrýstið verið størri enn árligi tilvøksturin til stovnarnar. Gamalt var í Føroyum at drýggja, men tað hava vit ikki dugað síðan 1996.
Vit hava ár um annað fiskað meir úr stovnunum enn árligi tilvøksturin. Og úrslitið er heilt klárt staðfest nú. Øll vanlig fólk vita, at verður nýtslan størri enn inntøkan so gongur galið. Vit nýta meira enn vit fáa inn og tað hava vit gjørt líka síðan vit fingu dagaskipanina.
Hjalti í Jákupsstovu