Magnus Tausen, stjóri fyri Nám
------
Eftirlønaravbjóðingin í Føroyum er framvegis nærum líka óloyst sum altíð. Vit vita, at vit eru minst eitt ættarlið aftan fyri tað, vit skuldu verið, tá ið tað viðvíkur eftirlønarskipanum. Ella sagt øðrvísi: Skipað eftirløn hjá øllum skuldi verið staðsett fyri minst 25 árum síðan. Avleiðingin er, at nú fara fólk frá við eftirløn, og hava bara tað, sum fólkapensjónin og Samhaldsfasti kunnu geva. Verri er, at hetta verður støðan í nógv ár. Vit hava heilt einfalt ikki tikið málið í nóg stórum álvara, meðan vit framvegis høvdu tíðina í okkara parti. Vit eru tí í tíðarneyð, og tað merkir samstundis, at vit eru í penganeyð.
”Einki er ómøguligt hjá tí, sum ikki skal gera tað sjálvur”. Tað kann verða staðfest so dyggiliga, nú Løgtingið hevur endavent øllum grundvøllinum undir teimum eftirlønarskipanum, sum vit hóast alt hava í Føroyum. Hetta eru eftirlønarskipanir, sum fakfeløgini hava allan heiðurin av, og sum tey við samráðingum hava fíggjað fyri sínar limir, so at teir skulu hava fíggjarliga trygg ellisár og trygdarnet undir sær, kemur sjúka á gátt. Vit tosa her um lívlanga íløgu, sum verður fíggjað hvønn einasta mánað, og sum er líka týdningarmikil sum sjálv lønin. Hetta er heilagt!
Kortini ber tað til hjá politikarum okkara at fullkomuliga at endavenda øllum við einum pennastroki. Hvussu ber tað til, at tað, sum onnur hava bygt upp, og sum er so viðbrekið, kann verða tæða sundur so skjótt og so harðliga. Svarið má vera: ”Tað rakar ikki meg!”. Og tað er rætt svar, tá ið tað viðvíkur teimum, sum taka hesa avgerðina – politikarunum.
Løgtingslimir eru løntir eftir sáttmála hjá Tænastumannafelag Landsins í 34. lønarflokki og við eftirlønarrætti sambært hesum sáttmála. Sjálvandi nakað nógv betri. Tað er so, at fyri hálvt starv, fær ein løgtingslimur fulla løn í 34. lønarflokki og fulla eftirløn. Hesin sami politikarin vinnur sær fullan eftirlønaraldur eftir bara 16 árum, har aðrir tænastumenn skulu brúka 37 ár. Tænastumannaskipanin verður av røttum hildin at vera tann allar besta skipaninin, nakað starvsfólk kann fáa. Í øllum førum tá ið tað viðvíkur trygd í starvinum og eftirløn. Tá ið so politikarar okkara hava hesa skipan, men falda hana við 2, 3 ella 4, ja so er ikki endi á, hvussu góð hon er – og fyri at tað ikki skal vera lygn, so er einki inngjald til hesa skipan. Bara útgjald!
Alt hetta leiðir okkum aftur til, at hjá hesum fólkavaldu umboðum okkara, sum sjálv hava lóggivið seg fram til hesar sersømdir, ber valla til við opnum sinni at skilja og enn minni virða stríðið hjá vanligum fólki fyri sínum eftirlønum. Allar tær broytingar, sum eru gjørdar í eftirlønarskipanini við skatti á inngjøld osfr. hava als onga ávirkan á løgtingslimin ella landsstýrisfólkið. Tí har er einki inngjald at skatta. Har er bara útgjald, grundað á sjálvgjørda lóg.
Tað er ein lærdómur til øll okkara í hesum málinum. Standa vit uttanfyri og hyggja inn, er tað forkastiligt at hugsa sær, at fólkavaldu umboð okkara loyva sær hesar sersømdir og aðrar við, samstundis sum tey taka við báðum hondum frá teimum uttanfyri. Soleiðis hugsa vit tó ikki, tá ið vit standa innanfyri og hyggja út.
So bílig og lættkeypt er sálin!