Tað regnaði við gulli á foreldur og børn

Bára Skaale Klakstein og Eyðun Klakstein og børnini, Eyðvør og Heðin, fingu í posa og sekk leygardagin, tá ið fleiri fótbóltskappingar vórðu avgjørdar

SJÁLDSAMT MET

Nógv gull kom leygardagin undir tak hjá Báru Skaale Klakstein og Eyðuni Klakstein undir Hálsi í Klaksvík. Bára vann gull við KÍ kvinnunum, sonurin, 12 ára gamli Heðin, vann gull við piltunum, dótturin, 9 ára gamla Eyðvør, vann gull við pinkunum, og sum um tað ikki var nóg mikið, so fekk Eyðun gullkrónu fyri at vera venjari hjá piltunum, og Bára fekk gull fyri at hava verið venjari hjá pinkunum.
Leygardagin varð í Klaksvík tosað um, at tað einasta, sum nú restaði, var, at Eyðun fór at avgera ímóti HB sunnudagin. Tað eydnaðist ikki. Eyðun, sum hevur havt gott kappingarár, kom ikki á vøllin eftir steðgin. Hann var offur fyri taktiskari útskifting, tí tað undan steðginum hevði hingið so illa saman á sentrala miðvøllinum.
Hetta fótbóltsárið hevur Eyðun sjálvur vant fýra ferðir um vikuna við 1. deildarliðnum. Bára hevur vant tríggjar ferðir um vikuna við kvinnuliðnum, Eyðvør og Bára hava vant tvær ferðir um vikuna við pinkunum, og Heðin og Eyðun hava vant tríggjar ferðir um vikuna við piltunum.
Hevur hetta ikki verið mest sum ov nógv av tí góða?
- Tað hevur gingið væl. Sum í so mongum øðrum so snýr tað seg um raðfestingar og um at leggja til rættis. Vit vilja fegin vera við til at geva børnunum góðar upplivingar. Onkur skal taka ábyrgd fyri, at tey fáa tær, og um vit og onnur foreldur, sum stuðla, ikki gera tað, so veit eg ikki, hvørji vit skulu rokna við taka sær av okkara børnum. Tá ið eg venji, hevur Eyðun ábyrgdina av børnunum, sum nú eru so mikið gomul, at tey klára seg væl sjálvi, og tá ið hann venur, eri tað eg, sum havi ábyrgdina. Vit eru felags um hetta. Tí gongur tað væl, heldur Bára Skaale Klakstein.
Leyardagin høvdu tey í familjuni úr at gera. Tíðliga fyrrapartin snúði tað seg um pinkuliðið hjá Eyðvør og Báru. Dúgvan hevði tekniskar trupulleikar, so pinkukappingin varð seinkað, og Bára noyddist at fara til Havnar, áðrenn sjøtul varð settur á pinkukappingina, og áðrenn Heðin og Eyðun gjørdu klárt til gulldystin hjá piltunum.
Tá ið kvinnurnar klokkan hálvgum seks komu aftur til Klaksvíkar, syrgdi Timburhandilin við Símuni á Høvdanum á odda fyri við fýrverki, sum neyvan kostaði minni enn einar fimm túsund krónur at futta av, at tað kring vánna gjørdist greitt, at eitt FM vinnara lið var á veg til býin. Skiparin á Dúgvuni spældi við og togaði í floytuna, og Klaksvíkar Hornorkestur var enn eina ferð møtt fyri at fagna FM vinnara.
Ferðirnar, tá ið FM heiti verða feirað á ferjuleguni í Klaksvík, fara at fækkast. Ikki tí klaksvíkingar og KÍ ikki fara at vinna fleiri FM heiti. 100 ára gamla felagið tykist vera væl fyri, og tað er góður trivnaður millum bæði eldri og yngri. Spurningurin er heldur, hvønn skikk klaksvíkingar fara at fáa sær, tá ið ítróttarfólkini og øll onnur fara at koma úr einum holi við Borðoyarvík í staðin fyri at koma um Klakkin og inn á vánna, sum klaksvíkingar búgva kring og tískil hava møguleika at fylgja væl við í, hvør kemur og nær skip og fólk koma.
Eyðun Klakstein og børnini vóru saman við mongum øðrum møtt fyri at taka ímóti kvinnuliðnum, og tá ið Sosialurin hevði fingið mynd av gullfamiljuni, fóru tey víðari fyri at feira alt skreytið
Sunnukvøldið greiddi Bára Skaale Klakstein soleiðis frá:
- Kvinnurnar ótu leygarkvøldið døgurða á Hereford. Har náddi eg ikki at vera við. Pinkurnar vóru á Pizzaria. Har var eg saman við teimum, og vit høvdu tað sera hugnaligt. Eina løtu var eg saman við piltunum. Har hevði foreldrabólkurin skipað fyri FM veitslu í felagshølunum í ítróttarhøllini. Har vóru foreldur og systkin saman við øðrum, og tað var fantastiska flott og stórsligið pyntað, og eisini har var tað hugnaligt. Foreldrini høvdu syrgt fyri fýrverki, so tað um ellivu tíðina sást og hoyrdist, at KÍ piltarnir høvdu vunnið FM.
Bára hevur í mong ár verið millum stuðulsspælararnar á Stjørnu liðnum í hondbólti. Hvussu verður nú við hondbóltinum?
- Tær eru farnar at venja fyri fleiri vikum síðani. Eg havi góðan hug at spæla, og eg ætli mær at venja saman við teimum. Eg segði teimum, at eg ikki fór at venja, fyrrenn vit vóru liðug við fótbóltin. Tað hava ikki verið stundir til hondbóltin enn. Nú er fótbóltsárið liðugt hjá Heðini, Eyðvør og mær sjálvari. Hjá Eyðuni eru tvær vikur eftir, so nú verður tað ikki so leingi, inntil eg fari at spæla hondbólt, og eg gleði meg, sigur Bára Skaale Klakstein.

20 ár síðani seinast
Hjá Eyðuni Klakstein var tað nakað heilt serligt at vera venjari hjá piltunum, sum leygardagin vunnu FM til Klaksvíkar. Eitt var tað, at sonurin taldist millum spælararnar. Nakað annað var tað, at KÍ ikki hevði vunnið hesa deildina síðani í 1984. Tá var Eyðun sjálvur millum spælararnar.
- HB og onkra ferðina B36 plaga at vinna hesa deildina. Fyrrapartin av áttati árunum vann KÍ onkra ferðina, men tað hevur ikki eydnast síðani 1984, tá ið mín árgangur vann.
Hvørjir aðrir spældu saman við tær ta ferðina?
- Fleiri hava roynt seg í 1. deild. Todi Jónsson er í fótbóltshøpi tann kendasti, har var Jan Andreasen, Fríðin Ziskason, Sørin Petersen og Aksel Johannesen og Finn Baldvinsson, sum eisini hava verið í 1. deild. Men har fingu aðrir fótbóltsupplivilsir, sum teir saman við okkum øðrum kunnu minnast aftur á við gleði, hóast teir tíðliga góvust at spæla fótbólt. Eitt nú evnaríki Jógvan á Lakjuni, sum er beiggi Heðin, og sum gjørdist sjómaður. Manni Høgnesen var venjari hjá okkum frá 1985 og fleiri ár fram. At hann gjørdi nógv burturúr okkum mundi ikki minst vera orsøkin til, at fleiri hildu á at spæla fótbólt.
Fara piltarnir hjá tær at gerast 1. deildarspælarar?
- Har eru fleiri evnaríkir spælarar, og eg ivist onga løtu í, at fleiri teirra fara at røkka langt. Tað snýr seg fyrst og fremst um, at onkur tekur sær av teimum, so teir kenna seg væl í sunnum umhvørvi, har familjan bakkar teir upp, og har teir verða mentir sum fótbóltsspælarar. Eg havi lagt til merkis, at úr teimum yngru liðunum hjá KÍ, sum vunnu FM í áttati árunum og fyrst í níti árnum, er altíð onkur vorðin fulltíðar yrkisspælari. Her hugsi eg um Toda Jónsson, Jákup Mikkelsen, Kurt Mørkøre, Allan Mørkøre og Hjalgrím Elttør. Tað hevði ikki undrað meg, um onkur av FM vinnarunum í piltadeildini í 2004 gjørdist professionellur. Royndirnar hjá undanfarnu árgangunum gera, at teir í hvussu so er kunnu droyma um tað í nøkur ár. Men fyrst og fremst snýr tað seg um at menna spælarar her í Klaksvík, sigur Eyðun Klakstein, sum saman við konu og børnunum báðum leygardagin fekk fimm gullkrónur undir tak.
Hjartaliga tillukku við tí.