Tað sanna, góða og vakra: Hanus Kamban seksti

    

Honum andin ikki svíkir,
ikki regnið, ikki ódnin
fær hjartað hans at nøtrast.
Goethe

Ein indari segði mær frá teirra tíðarfatan, at ein 25 ára gamal kann vera eini áttati, og ein, ið er eitt nú seksti, kann kenna seg sum júst farin um tey tríati. Tað er innari aldurin indarar hyggja eftir, tey hava onga virðing fyri linealum og linjurættari tíð ella rættlinjaðum lívið sum so. Soleiðis er at møta Hanusi, allar fastar vendingar detta niðurfyri, hvør tugd kliché bránar, og allir tankar um aldur geva lítla og onga meining, tí hann er púra sín egin.
Vakurleiki
Tað, einki hjartað veit,
eingin hugsaði um,
vil í náttarinar einsemi
ferðast gjógnum sálina.
Goethe

Hanus er fyri meg høvundi av sera fínum stuttsøgum, týðari av teim bestu heimsbókmentum, ið finnast, Sheakspeare, Poe, Bradbury, Somerseth Maugham, Ballard, Joyce. Hann hevur gjørt sjónvarpssendingar og skrivað størstu føroysku ævisøguna nakrantíð um hin løgnasta persónin Føroyalands klettar hava fostrað, ella var tað nú Hellas og Homer, ið stóðu fyri tí.
Hanus er positivt sæð, ein ið livir uttan tíð og stað. Føroyingur, uppvaksin á bygd, enntá útoyggj, sum hann tók til: »Í Skúgvi var miðøld«, so ferð Hansusar til evropiskar metropolar má hava kenst sum mentanarskelkur, ið vit í dag ikki longur heilt duga at skilja. Sjálvt um hann hevði dvalst í Havn, so vóru Føroyar veruliga fjarskotnar, í mun til okkara tíð og øktu samskiftismenta okkara, ið Hanus av og á hevur at finnast at. Keypmannahavn í mun til Havnina, ein brølandi modernitetur, tølandi fyri nøkur, fullur í møguleikum fyri onnur. Hanus hoyrir til seinasta bólkin, hann skilir betur stórbýin, søguna hjá slíkum býi, reikarar, bohemar sum Janus Djurhuus, Hjalmar Söderberg.
Sannleiki
Ytst á eggjartromini á løtuni
standi eg og skríggi:
tað er ein fragd at liva og umskapast!
Diktonius

Eg møtti Hanusar skriving, sum tey flestu, í miðnámsskúlunum. Søgur sum:»Við Edgar Allan Poe í Sólhavn«, »Hin bláa kannan«, »Hin nýggi maðurin«, »Dóttir av Proteus«. Seinni komu vit fram á greinar, ið hevja seg høgt upp um álop frá jantebúgvum á ósek sum á aðrar jantar, frá religi(øru)øsum brotasjógvum móti upplýsing, vitan og ektaðum næstrakærleika, frá tránaðum tjóðskapar skólið, frá høgravendum rindalistum og mentanarligari niðurundirgerð. Slíkt mót gloymi eg ikki. Um hesa tíð las eg eisini Carsten Jensensa bøkur og Henrik Stangerupsa essays úr Danmark, spoli eg aftur, kenni eg aftur eitt lyndi, ið ferðast óskalað frá Brandes til PH, Elsu Gress og beint inn í hjartað hjá Hanus Kamban, hetta at vilja berjast fyri tí sanna. At vera ein intellektuell rødd, ið tekur upp bardagan móti svárum órætti, tølandi orwellskum retorikki, ein indignerað urkraft full av civil curage.
Góðska
Tú bleika, fína
djarva strála
fyri meg ert tú...
ein troyttur grátur
inni í myrkrinum.
Ekelund

Seinni fekk eg høvi at lesa stuttsøgusøvnini, ævisøgurnar (aftur) og nýggja greinasavnið, samstundis sum eg fekk orðið á Hanus sjálvan í eini sending í Útvarp Føroya, har hann vísti sínar mongu síður, og evni fyri tankans hvøssu sælu, har hann prógvaði, at hann hevur royndir og evni fyri veruligum vísdomi.
Hann er ein intellektuellur, ið livir onkunstan oman fyri lívið hjá vanliga borgarinum, ið fær meg at hugsa um, hvat Bourdieu helt fyri um Sartre: »viðurskifti millum »borgaran« og »hin intellektuella«, sum Satre sær hesar, er at borgarin er ein óløgligur bastardur uttan nakra veruliga »veran«, eitt hylki av einki... ið hevur til felag við svínið (í bókini »Kvalme«) og fólkið, at hesi vita hvat tey eru, og einki meiri, mótvegis hesum hevur hin intellektuelli eina frástøðu til sjálvan seg. Hann er skiltur frá síni veran, og frá øllum teim, ið bert eru tað tey eru, gjógnum hesa lítlu, men alt avgerðandi, frástøðu sær ein munin, tí frástøðan er óhappið, ringi standurin, eymdin, armóðin, vesaldómurin, vanlukkan, vónloysið og ólukkan hjá tí intellektuella, samstundis sum tað er her, at stórleikin og stórlæti hjá tí intellektuella stavar«.
Frástøðan er alt, ein sorg, ein lívgevandi longsul og sjálvur munurin á einum anekdotiskum menniskja og einum hugsandi, ið torir at berja sær ein »veran«.
Hetta er tíðarandin frá sekstiárunum, frá radikalismuni, frá modernismuni, eksistentialismuni og frá upplðsingarheimspekini, ið Hanus altíð hevur vart, eins og hann hevur havt eina bløðandi samkenslu við tí løstaða mannabarninum, ið sum skapningur hevur frábragandi medferð, verumáta ella lyndiseyðkenni, sum er fyri ágangi av hesum. Tí Hanus veit, at slík kunnu víðka og betra okkara egna lyndi, ferð, veruhátt og eyðkenni. Tillukku Hanus, tú hevur altíð troytt leiðina og víðka ræsurnar fyri, sum romantikarnir tóku til, tí vakra, sanna og góða.
????????????
Kim Simonsen