Tey, sum hereftir keypa sær bil, skulu ikki longur rinda vegskatt eftir, hvussu nógv bilurin vigar, men eftir, hvussu ill hann dálkar.
Tað sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
Hon arbeiðir nú við at leggja skipanina við vegskattinum um, so at hereftir fólk skulu rinda eftir, hvussu illa bilurin dálkar umhvørvið, heldur enn eftir, hvussu nógv bilurin vigar, soleiðis sum skipanin er nú.
Hon ætlar, at skipanin skal koma í gildi á nýggjárinum. Men hon sigur, at hetta er ein skipan, sum bara verður galdandi fyri nýggjar bilar, so hjá øllum teimum, sum longu eiga bil, verður ongin broyting.
Kristina Háfos sigur, at tá ið vegskatturin er lagdur um, fara bileigarar við bilum, sum dálka lítið og onki, at rinda ógvuliga lítið í vegskatti, men bilarnir har úrlátið av Co2 og bitlum, er stórt, fara at rinda tilsvarandi meiri í vegskatti.
Og hon ætlar, at munurin skal vera so mikið stórur, at tað skal av merkast á pengapunginum, annars er lítil nytta í eini slíkari umlegging.
- Endamálið er ikki at útvega landskassanum fleiri inntøkur, tí hetta er fyrst og fremst fyri at eggja fólki at keypa sær grønari bilar, sum ikki dálka so illa. Hetta er sostatt eitt umhvørvisátak, ikki ein roynd at útvega landskassanum meiri inntøkur, sigur Kristina Háfoss.