Tað skal verða bannað at brúka fleiri sløg av plasti í Føroyum

Nógv av tí er óneyðugt, men tað er til stóran skaða í náttúruni

Tað skal verða forboðið at brúka fleiri sløg av einnýtis-plasti í Føroyum. Tað heldur tingmanningin hjá Javnaðarflokkinum og eftir jól fara tey at leggja uppskot fyri Løgtingið um tað.

Tey halda, at tað er óneyðugt at brúka vattpinnar, koppar, súgvirør, og annað úr einnýtis-plasti, og tí eigur tað at verða bannað.

Tey siga í tíðindaskrivi, at fremsta endamálið er at verja djór og náttúru, tí hvørt ár enda nógvar milliónir tons av plasti í havinum, og metingarnar vísa, at heldur hendan gongdin fram, verður meiri plast í heimshøvunum í 2050 enn fiskur

Samstundis tekur tað fleiri hundrað ár at niðurbróta plast.

Ingilín Didriksen Strøm, sum er talskvinna fyri flokkin í hesum sambandi, ásannar, at hetta fer ikki at loysa risastóra trupulleikan við plastdálking í høvunum, men at hetta er eitt sjálvsagt stig á leiðini at taka, uttan at gera stórvegis inntriv í gerandisdagin hjá fólki. 

 – Tey flestu av okkum klára okkum uttan at hava súgvirør úr plasti, og einnýtisvørur fáast oftast í øðrum tilfari, sum er lættari at niðurbróta enn plast, sigur Aksel V. Johannesen, tingmaður.

Hann heldur kortini, at tað framvegis kann verða neyðugt við handskum, og øðrum einnýtisvørum, fyri at fyribyrgja smittu á sjúkrahúsum.

Helgi Abrhamansen, landsstýrismaður í umhvørvismálum, er ikki vísur í, at hetta er rætta loysnin.

Hann hevur eitt ógvuliga »avslappað forhold« til plastposar og einnýtis-plast. Hann heldur, at tað kanska er líka frægt at brúka einnýtis-plast, sum at brúka búnýti, sum skulu vaskast upp í sápu.

Men treytin er sjálvsagt, at einnýtis-íløtini verða burturbeind eftir forskriftunum. Men sum nú er, fer eitt ótal av uppvaskimaskinum, við sápuvatni, á sjógv hvønn einasta dag, og tað er ikki vist, at tað er betri fyri umhvørvið.

Men kortini ætlar hann sær at seta tiltøk í verk, og tað kanst tú lesa meiri um her: Føroyingar skulu dálka minni við plasti