Tað skal verða skjótari hjá matrikulstovuni at avgreiða málini, tá ið grundstykki skulu matrikulerast til at byggja á.
Tað staðfestur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í innlendismálum. Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, hevur spurt hana, hví tað skal taka fleiri mánaðir, onkuntíð upp í hálvtannað ár hjá matrikulstovuni at avgreiða eitt grundstykki.
Sirið Stenberg sigur, at matrikulering er eitt ógvuliga týdningarmikið og tí er tað avgerandi, at feilir ikki henda. Samstundis skulu málini altíð til hoyringar hjá kommunum og øðrum viðkomandi pørtum.
Tað er orsøkin til at tað tekur so drúgva tíð, serliga nú, tað er so nógv ferð á. Men Sirið Stenberg ásannar, at tað er neyðugt at stytta málsviðgerðartíðirnar. Men nettupp hetta er ein av bulunum verkætlanini í Talgildu Føroyar.
Í hesum sambandi verður alt hetta arbeiðið talgilt og gongst sum ætlað, verður tað liðugt í vár. Hinvegin heldur landsstýriskvinnan ikki, at tað er nøkur haldgóð loysn at útveita arbeiðið hjá Matrikulstovuni til privat virki, ti tað krevjast serskild útbúgving og fleiri ára starvsroyndir og hesir førleikar eiga at verða miðsavnaðar á Matrikulstovuni.