Seinasta fríggjadag setti klaksvíkingurin Pól Sundskarð hol á sína størstu avbjóðing nakrantíð innan renning. Tá luttók hann í kappingini Solomon Hammer Trail, sum fer fram norðaliga á donsku oynni, Bornholm. Upp á minni enn 30 tímar skuldi Pól renna 160,9 kilometrar uttan íhald. Harafturaft skuldi hann bera ein ryggsekk, sum vigaði eini 6-8 kilo.
Tá 29 tímar vóru gingnir, setti ein útlúgvaður Pól Sundskarð føturnar røttu megin málstrikuna.
- Kappingin kann ikki samanlíknast við nakað annað, eg áður havi roynt. Teir 29 tímarnir vóru nógv verri, enn eg roknaði við, teir fóru at verða, sigur Pól Sundskarð, sum annars hevur roynt fleiri aðrar heldur ekstremar rennikappingar. Eitt nú hevur hann runnið sjey marathon upp á seks dagar, luttikið í tveimum sokallaðum 24 tímar-kappingum og gjøgnumført 100 kilometrar-kappingar.
- Tað snýr seg um, at seta sær sjálvum høg mál og síðani at fáa ta fantastisku kensluna, sum tú merkir, tá málini verða rokkin. Tann kenslan er torfør at lýsa, tí hon er so ótrúlig, sigur Pól Sundskarð. Hann er ein av teimum fáu sokallaðu ultrarennarunum í Føroyum, sum renna longri enn marathonteinin, ið er góðar 42 kilometrar.
Ekstremur í øllum
At vera ultrarennari og luttaka í rennikappingum, har teinarnir eru longri enn marathon, er ikki so vanligt í Føroyum. Men júst tí passar tað væl til Pól Sundskarð at vera ultrarennari.
- Eg eri ekstremur í øllum. Eg tími ikki at gera tingini hálv, men geri tey meir enn heil, kanst tú siga. Og soleiðis eri eg eisini, tá tað kemur til renningina. Tað skal vera ekstremt, sigur Pól Sundskarð, sum byrjaði at renna í 2004.
- Tá valdi eg at broyta lívsstíl, tí eg minti einamest um eina bamsu, vigaði ov nógv og orkaði ov lítið, og tað tímdi eg ikki longur. Eg vildi gerast meira fit og fór tí at renna nakrar túrar hvørja viku, greiðir Pól Sundskarð frá. Og hann bleiv eisini skjótt væl fyri kropsliga.
- So við og við vildi eg royna fleiri avbjóðingar og gera okkurt meira ekstremt. Í 2009 var eg við í eini 100 kilometrakapping á Bornholm, og eg fekk veruliga blóð upp á tonnina, so tað var byrjanin upp á eina røð av ekstremum rennikappingum, fortelur Pól Sundskarð, sum seinastu fimm árini hevur verið fastur luttakari í drúgvum rennikappingum á Bornholm og eisini aðrastaðni úti í heimi.
Men tað er ikki bara innan renningina, at Pól Sundskarð er víðgongdur.
- Eg havi eisini hatta ekstrema, hvat mati viðvíkur. Alt feitt verður skorið burtur og sukur røri eg ikki. Til dømis kemur tað ikki upp á tal hjá mær at eta eitt lagkøkustykki, sigur Pól Sundskarð.
Hart fyri kroppin
At luttaka í ekstremum rennikappingum merkir ikki bara, at Pól Sundskarð kennir seg væl og hevur fingið tann kroppin og ta heilsuna, sum av fyrstan tíð vóru orsøk til, at hann í 2004 valdi at broyta lívsstíl. Føroyski ultrarennarin vísir á, at kappingar, sum tann, hann var við í farna vikuskiftið, eru ógvuliga harðar fyri likamið. Nú nakrir dagar eru farnir, síðani hann rann í 29 tímar í grýtutum skógarlendi á Bornholm, hevur kroppurin tað ikki nakað serligt.
- Eg havi ikki sovið væl, síðani kappingin endaði. Haldi tað er adrenalini, sum framvegis súsar í kroppinum, fortelur Pól Sundskarð og leggur afturat:
- Eg eri húðarleysur fleiri staðni á føtrunum og havi fingið nøkur sár. Onkrar tánegl eru eisini dotnar av, meðan onkur onnur ivaleyst fer av ein av komandi døgunum, greiðir Pól Sundskarð frá.
Sambært honum var strævnasti parturin av hesi seinastu rennikappingini náttin, tá hann eisini skuldi renna.
- Náttin var tað strævnasta. Tað var bølamyrkt, og eg kendi meg als ikki tryggan. Tað var sum at renna ímóti einum betongveggi, sigur Pól Sundskarð og heldur fram:
- Undir eini slíkari kapping, sum hesari, kemur tú fleiri ferðir í sokallaðar kreppur. Serliga tá teir fyrstu 60-80 kilometrarnir eru lagdir um bak, og tú hevur runnið í einar 12 tímar. Teir seinastu tímarnar er mann nervøsur. Hesaferð var eg nervøsur fyri, um okkurt skuldi henda mær tað seinasta strekkið, tí tá var eg komin so mikið langt, at eg visti, at eg hevði møguleika at gjøgnumføra kappingina, fortelur Pól Sundskarð, sum fekk góðan stuðul frá familjuni, meðan kappingin var.
- Konan, dótturin og tvey abbabørn vóru til staðar undir kappingini, og tá eg rann framvið, har tey stóðu, róptu tey á meg og stuðlaðu mær í at halda fram við at renna. Tað stuðlaði mær heilt ótrúliga nógv.
Vil merkja spenning
Stuðulin heimanfrá er altavgerandi fyri, at Pól Sundskarð kann takast við ekstrema ítróttin, sum fer við nógvar tíð.
- Eg hevði ongantíð kunna vant so nógv og luttikið í kappingum, um eg ikki fek dyggan stuðul frá baklandinum, sigur Pól Sundskarð og staðfestir somuleiðis, at tað neyvan hevði verið møguligt hjá sær at verið ultrarennari, um børnini vóru smá.
- Børnini eru vaksin og flutt heimanfrá, men hetta hevði als ikki verið møguligt, um so var, at eg hevði smábørn heima. Renningin fer við ótrúliga nógvari tíð, so tað hevði ongantíð riggað, sigur Pól Sundskarð.
Hóast hann um vikuskiftið megnaði at gjøgnumføra harðastu kappingina, hann nakrantíð hevur luttikið í, umhugsar hann á ongan hátt at steðga her.
- Mær dámar so væl at seta mær sjálvum avbjóðingar, og tær skulu gjarna vera ekstremari fyri hvørja ferð. Tað er aftur handan kenslan har, av at klára tað, mann ynskir, so leingi viljin er til staðar, sigur Pól Sundskarð og vísir á, at renningin hevur stóra ávirkan á hann sálarliga og at tað er ein av høvuðsorsøkunum til, at hann er ultrarennari.
- Tú lærir at hugsa positivt. Á teimum longu teinunum, har eg eri púra einsamallur, er lætt at geva upp, men tá er tað, at eg royni at kempa og hugsi um, at eg klári tað, eg veruliga vil. Í renningini lærir tú, at býtir tú nøkur ting í teg, røkkur tú teimum málunum, ið tú setir tær. Hesin hugsanarhátturin hjálpir mær ofta í gernadisdegnum, sigur Pól Sundskarð, sum longu hevur ætlanir um at luttaka í enn eini ekstremari kapping, sum sjálvandi er enn harðari enn tann, hann luttók í um vikuskiftið.
- Næst á skránni er ein kapping í Grikkalandi seinni í ár. Eg vil ikki siga so nógv um tað júst nú, men eg kann siga so mikið, sum at eg eri sloppin gjøgnum nálareyga at vera við í eini kapping, har einans 350 rennarar úr øllum heiminum sleppa at vera við, sigur Pól Sundskarð.
FAKTA:
Fyri at luttaka í kappingini Solomon Hammer Trail á góðar 160 kilometrar er krav, at luttakararnir innan tey seinastu trý árini hava klárað minst eitt av fylgjandi:
* Rennikapping á 100 kilometrar á max. 10.30
* Runnið í minsta lagi 150 kilometrar í eini tímakapping
* Adventure-kapping , sum varar í minst eitt samdøgur
* Ironman-kapping
* Eina av The North Face Ultra-Trail du Mont Blanc-kappingunum
Henda útgerðin er krav á túrinum:
*Veskubelti á minst 1 litur
* Pannulykt við eyka battaríum
* Plástur
* Koppur til suppu og drykk, sum verður bjóðað á túrinum
* Floyta
* Húgva ella keppur
* Fartelefon
Tíðarfreistir og cutoffs
1. umgangur 7 km 1 tíma
2. umgangur 32,7 km 5 tímar
3. umgangur 58,4 km 9 tímar
4. umgang 84,1 km 14½ tímar
5. umgangur 109,8 km 20 tímar
6. omgang 135,5 km 25 timer
7. umgangur og mál 30 tímar