Tað sterkasta í landinum

Eingin ivi er um, at HB í ár var besta liðið, og líka so lítil ivi tykist vera um, at HB eisini hevur sterkasta fótbóltsfelagið í landinum yvirhøvur

HB

Skal takast samanum kappingarárið, ella tey fimtan umførini, sum higartil eru leikt, so er einki at ivast í, at HB so ruddiliga hevur uppiborið átjandi meistaraheitið.
Teir eru longu meistarar, hóast trý umfør eru eftir at spæla. Ellivu stig eru niður til næsta liðið, og HB er samstundis liðið, sum hevur skorað so nógv tey flestu málini, samstundis sum teir eisini eru liðið, har fægst mál eru farin ígjøgnum. At liðið so eisini í seinastu trettan dystunum hevur vunnið sær 37 stig av 39 møguligum ber boð um ein óhugnaligan stabilitet, sum einki av hinum liðunum hevur gjørt teimum eftir.

Vendi móti VB
Tað var annars ikki so nógv, sum bendi á eina so skjóta avgerð av FM-heitinum, tá tvey umfør vóru leikt av kappingini. HB hevði tá verið fyri einum skelkandi tapi á Skála og einum málleysum javnleiki á Mølini á Eiði, og hetta var so als ikki tað, sum kræsnu viðhaldsfólkini høvdu ímyndað sær undan kappingarbyrjan.
Ein tepur ? og heppin ? 2-1 sigur á VB í triðja umfarinum var tó við til at venda gongdini, og síðani hevur tað mest sum gingið slag í slag. Ikki minst gjørdi tað góðan mun, at Rógvi Jacobsen og Heðin á Lakjuni skiftu um pláss, soleiðis at Rógvi brádliga gjørdist ein tann vandamesti boksspælarin í landinum, samstundis sum Heðin fekk nýtt ferð sína í borðinum til at skapa neyðugu møguleikarnar.
At Jákup á Borg so eisini kom í hópin, eftir at hansara leigumál í OB rann út, gjørdi á ongan hátt hópin veikari, og yvirhøvur tykist HB vera liðið, sum í nógv størstan mun hevur havt gardering ímóti skaðum á liðnum. Eisini hóast teir í árinum søgdu farvæl við leikarar sum Hans á Lag, Martin Christensen og Nico Dugaru.
Serliga Martin var annars í fjør ein av avgjørdu stuðulsleikarunum á liðnum, men hann byrjaði árið skaddur, og tá eitt pláss á miðvøllinum nú kortini var leyst, setti Kári Nielsen seg somikið dyggiliga á hetta, at hann eisini fekk landsliðsboð, tá Holland undan EM-kappingini hevði bjóðað okkara av.
Saman við Rúna Nolsøe var Kári her við til at manna ein av arbeiðssamastu miðvøllunum í landinum, og við Jákupi og Heðini á kantunum, hevur hetta givið HB loyvi til at spæla eitt sera skjótt umstillingsspæl, har mótstøðan ofta verður tikin av bóli, tá mótálopini verða send avstað.

Effektivitetur
Saman við stabilitetinum hongur eisini ein óhugnaligur effektivitetur, sum alla tíðina hevur borgað fyri, at mál verða skotin, hóast spælið ikki hevur verið av tí besta. Sum nevnt áður, so gjørdist álopsspælið hjá HB nakað væl vandamiklari, tá Rógvi varð fluttur í álopi, og so hevur liðið eisini havt Heine Fernandez. Hann hevur kanska ikki superligustøði longur, men hann hevur eina sjáldsama nøs fyri málinum, soleiðis at hann ferð eftir ferð megnar at standa júst har, sum leysu bóltarnir enda, soleiðis at hesir bert skulu skumpast seinastu metrarnar í málið.
Og er tað nakað, sum hini liðini ikki hava megnað, so er tað at skjóta neyðugu málini móti HB. Tað mundi annars kennast sum dyggur smeitur, tá Bárður Johannesen tíðliga á árinum fekk álvarsligan skaða. Men hóast hetta, so megnaðu avloysararnir at standa somikið væl, at óneyðuga dýr stig ikki vórðu tveitt burtur.
Og tá Bárður so kom aftur í málið, varð hetta mest sum læst. Síðani summarsteðgin eru bert tvey mál skotin ímóti HB. Liðið hevur so eisini havt nakrar av bestu verjuleikarunum í landinum í verjupartinum. Vagnur Mohr Mortensen var eisini ein av nýggju landsliðsmonnunum í juni mánaði, men sjálvt ikki hetta kundi vissa honum sess í miðverjuni, har Símun Eliasen og Jan C. Dam endurtóku góða samstarvið frá í fjør. Í vinstru hevur Janus M. Joensen nú á fimta árið hildið fast um sítt pláss, meðan Hallur Danielsen og Vagnur so fyri tað nógva hava dystast um plássið á høgra bakki.

Avbjóðararnir vikna
Samanlagt hevur hendan eindin í ár verið so nógv tann sterkasta, og sum landið liggur í løtuni, so tykist tað meira enn ivasamt, um nakar veruliga megnar at bjóða HB av í komandi kappingarári.
Verður skeitt at traditionellu avbjóðarunum, so tykjast eingir av hesum í løtuni at vera førir fyri hesum. Bæði í Klaksvík og Runavík forðar fíggjarstøðan fyri tilgongdini, sum kann geva seinasta sparkið móti tindunum, og í Gøtu tykist liðið í ov stóran mun dúva upp á Súna Olsen, sum annars sigst hava sett kós móti HB-húsinum til komandi kappingarár. Grannarnir úr B36 hava annað árið á rað møguleika at ogna sær silvurmerkini, men tað tykist kortini, sum stendur B36 nú fyri eini enduruppbygging av liðnum.
Eftir stendur helst, at tað aftur í ár kann gerast av Skála, at størsti avbjóðari kemur. Skála megnaði leingi at halda oddasessinum í ár, men tá skaðar og leikbann fóru at raka, hevi hópurin ikki neyðugu breiddina at standa ímóti við.

Nógv at gleðast um
Tað breiddina hevur HB havt í ár, og einki bendir á, at tað sama ikki skal vera galdandi komandi kappingarár. Fíggjarstøða felagsins hevur annars ofta elvt til høvuðsbrýggj, men eftir trý meistaraheiti við tilhoyrandi UEFA-milliónum á rað man tann spurningurin eisini vera greiddur.
Og við at skeita nakað niður ígjøgnum ymsu røðirnar, er eisini skjótt at staðfesta, at tilfeingið hjá felagnum til komandi árini er bæði ríkt og gott. Alt faktorar, sum samanlagt bera við sær, at HB ikki bara fer um 100 ára dagin sum føroyameistari, men sum nógv tað sterkasta fótbóltsfelagið í landinum.