Tað átti ikki at henda

Hóast skiparin á Costa Concordia er skuldsettur fyri grovt ósketni, og hóast eingin er í iva um, at hann mistók seg, kann tað taka fleiri ár at fáa endaliga staðfest, hvussu eitt so stórt og væl útgjørt ferðamannaskip kann sigla á land í besta veðri

Myndirnar lúgva ikki. Tær vísa tvørturímóti týðiliga, hví tað stóra og væl útgjørda ferðamannaskipið Costa Concordia sakk tætt undir landi við italsku oynna Giglio fríggjakvøldið. Har afturi stýriborðsmegin er ein umleið 70 metrar long riva tætt oman fyri botnin. At hon er komin av einum hørðum stoyti er lítil ivi um, tí á myndunum sæst, at ein stórur steinur stendur fastur í rivuni. Steinurin, sum uttan iva vigar fleiri tons, hevur skorað seg fastan í tí sundurskrædda skrokkinum. Ígjøgnum holið er opið inn á tað niðasta dekkið, so har er nógvur sjógvur komin í skipið eftir lítlari løtu.

Skelkað ferðafólk greiddu fjølmiðlunum frá, at tey hoyrdu ógvusligt brak undir skipinum, men at tey fingu boð um, at talan var um tekniskar trupulleikar. Men tá skipið løtu seinni fekk slagsíðu, komu boð um, at fólk skulu leita sær til bjargingarbátarnar. Men tað var longu lættari sagt enn gjørt, tí júst slagsíðan, sum eftir einari løtu var eini 20 stig, gjørdi, at tað var trupult at seta bjargingarbátarnar út. Og so kom ræðsla á fólk.

-Tað var sum eitt brot úr filminum um Titanic, segði Maria Parmegiani, sum var eitt av ferðafólkunum.


Illa fyriskipað

-Brádliga hoyrdu vit ein brest, og gløs og annað datt á dúrkið. Vit skundaðu okkum út ur matarhøllini, men har fingu vit at vita, eingin vandi var á ferð, segði týska Christine Hammer við tíðindastovuna AP.

Ferðafólk greiddu frá, at teir fyrstu 45 minuttirnar helt manningin uppá, at talan var bara um tekniskar trupulleikar. Men fleiri ferðafólk høvdu eina aðra uppfatan av støðuni. Tey lótu seg í bjargingarvest og fóru til bjargingarbátarnar. Men heldur ikki har hevði manningin nakran skund, hóast skipið longu hevði lagt seg.

-Vit noyddust at rópa á manningina fyri at fáa teir at gera bjargingarbátarnar klárar og at lova okkum í teir. Vit stóðu í gongini, men manningin sýtti fyri at lata okkum sleppa til bátarnar, segði tann 54 ára gamli suðurafrikanarin Mike van Dijk. Onnur ferðafólk søgdu somu søguna um, at alt tóktist illa fyriskipað.

Fólk, sum høvdu verið umborð í fleiri dagar, kærdu seg um, at eingin bjargingarvenjing hevði verið, men nú høvdu tey fingið at vita, at ein venjing skuldi vera seinnapartin leygardagin.
?Amerikanska Melissa Goduti var farin av Costa Concordia nakrar fáar tímar undan vanlukkuni. Áðrenn hon fór í land, hevði hon hoyrt onkran siga "Hugsið tykkum, um okkurt hendi í dag." Eingin teirra grunaði, hvussu nær sannleikanum orðini vóru.


Tak barnið

Ljósið fór, tá skipið sigldi á land, og fólk noyddust at grulva í myrkri eftir veggjunum á teimum ymsu dekkunum fyri at sleppa til bjargingarbátarnar.

-Vit grulvaðu, men tað var myrkt, so vit máttu brúka ljósið frá bjargingarvestunum. Alla tíðina hoyrdu vit gløs og annað, sum fór í smildur, og vit hoyrdu fólk duka á veggirnar, segði amerikanska Georgie Ananias. Hon greiddi frá, at í nøllum ruðuleikanum kom eitt argentinskt par til hennara og bað hana halda teirra trý ára gomlu dóttur. Foreldrini kláraðu ikki at halda barninum, soleiðis sum skipið lá.

-Konan bað meg taka barnið. Eg fekk fatur á tí, men so skumpaði onkur undir meg, og fyri at eg og barnið ikki skuldu detta oman trappurnar, gav eg teimum barnið aftur. Eg ivaðist ikki í, at hetta var okkara seinasta løta, og at tey tí áttu at vera saman við barninum. Nú veit eg ikki, hvar tey eru, segði ein týðiliga skelkað Georgie Ananias.


Skiparin skuldsettur

Sambært italsku sjóverjuni sigldi Costa Concordia alt ov nær landi, og tað gjørdi, at skipið kom ov nær oynni Giglio. Hinvegin rósar sjóverjan skiparanum, Francesco Schettino, fyri at hava tilið eina skilagóða avgerð, tá hann valdi at seta skipið á land, so ferðafólkini skuldu fáa betri møguleikar at verða bjargað.

-Tað er eingin ivi um, at hetta var ein avgerð, sum gjørdi, at fleiri túsund fólk kunnu sleppa trygt í land, sigur talsmaðurin hjá sjóverjuni.

Men Francesco Schettino má eisini átaka sær ábyrgdina av, at tað væl útgjørda skipið tók botn og tað so harðliga, at ein næstan 70 metrar long riva kom á skrokkin. Og so ger tað ikki støðu hansara betur, at hann valdi at fara av skipinum, meðan nógv ferðafólk framvegis vóru umborð. Eftir drúgva avhoyring bleiv Francesco Schettino skuldsettur fyri óviljað manndráp og at fyri at vera farin ov tíliga av skipinum. Hetta seinasta kann geva skiparanum upp í 12 ára fongsul eftir italskari lóg.

Reiðaríið Costa Crociere, sum átti Costa Concordia, ásannaði í gjárkvøldið, at tað vóru mistøk hjá skiparanum, sum gjørdu, at ferðin hjá skipinum fekk ein so syrgiligan enda. Reiðaríið hevur samstundis gjørt greitt, at manningin fylgdi ikki teimum fyriskipanum, sum eru galdandi, tá tílíkt hendir.

Francesco Schettino hevur starvast hjá Costa Crociere síðani 2002 og bleiv skipari í 2006.

Italsku myndugleikarnir kunngjørdu seinnapartin í gjár, at teir sokallaðu svørtu kassarnir av Costa Concordia vóru fingnir í land. Teir skulu nú kannast, og kanska goyma teir svarið uppá, hvussu tað, sum ikki átti at henda, hendi. Men tað kann taka drúgva tíð, ja, kanska ár, áðrenn tað endaliga svarið kemur.