- Tað var deiligt!

- Tað kendist rættiliga gott at fáa eitt mál umsíðir, sigurmálskjúttin í dystinum í dag, og einasti føroyski málskjúttin í hesari undankappingini, Rógvi Jacobsen,

- Tað var bara at pota hann inn, tí hann lá á linjuni, sigur Rógvi Jacobsen, sum ikki ivaðist eina løtu í, hvat hann skuldi gera við innleggið frá Súna Olsen.
Rógvi Jacobsen ásannar, at munurin á fyrra og seinna hálvleiki var ógvuliga stórur. Hann heldur, at munurin helst er tann, at teir tora ikki at spæla bólt í fyrra hálvleiki, men at teir so í seinna hálvleiki veruliga loysa upp fyri spælinum.
- Tað er kanska keðiligt, at vit ikki byrja fyrra hálvleik soleiðis, sum byrjaðu seinni, sigur Rógvi smílandi, hóast hann iðrar seg um, at tað ikki eydnaðist at fáa meiri burtur úr dystinum.
- Tað er ein súr kensla eg standi eftir við, at vit ikki fingu meiri burtur úr, sigur Rógvi, ið tó er ógvuliga vælnøgdur við avrikið hjá leikarunum.