Tað er einki at stúra fyri hjá suðuroyingum

Nýggja Tjóðleikhúsið skal byggjast har, sum Smyril leggur at og summi stúra fyri, hvat útslitið verður

Vit hava altíð funnið eitt pláss til Smyri og tað gera vit eisini í framtíðini. Tað sigur Kári Johansen, býráðslimur í Havn, og formaður í Havnanevndini hjá býráðnum. Nýggja Tjóðleikhúsið skal byggjast akkurát har, sum farstøðin hjá Norrønu og Smyril, er. Smyril Line skal byggj nýggja farstøð til Norrønu úti á molanum, so tann trupulleikin er loystur.

 

Men tá ið málið hevur verið umrøtt í Løgtinginum, hava tinglimir stúrt fyri støðuni. Bæði Kristin Michelsen, tingmaður fyri Sjálvstýri, og Henrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hava spurt, hvussu støðan verður, og um Smyril fer at verða trokaður burtur av einum nýggjum Tjóðleikhúsið – tí tað er greitt, at pláss er ikki fyri báðum. Henrik Old sigur, at longu sum støðan er nú er ruðuleiki á havnarlagnum við fólkim, bilum og stórum treylarum við fullari ferð, hvørt um annað.

 

Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum sissaði teir báðar, tí hann vissar um, at tað verður einki tjóðleikhús bygt fyrr, enn Smyril hevur fingið eitt nýtt pláss.

 

Kári Johansen sissar eisini fólk, tí hann vissar fyri, at tá ið tjóðleikhúsið verður bygt, finna tey eitt annað pláss til Smyril. Tórshavnar Havn hevur altíð syrgt fyri plássið til Smyril og tað verður heldur eingin trupulleiki í framtíðini, so leingi, Smyril verður í sigling, leggur hann afturat. Hvør tann loysnin verður, dugir hann ikki at siga, men hann sigur, at ein møguleiki er at Smyril eisini sleppur at brúka fartstøðina hjá Smyril Line, men ber tað ikki til, verður ein onnur loysn funnin.

 

So tá ið tey eru klár við Tjóðleikhúsinum, og farstøðin verður tikin niður, verða tey eisini klár við eini loysn til Smyril, sigur Kári Johansen. Hann væntar tó, at tað verður ikki tey fyrstu árini, at nakað hendir við tjóðleikhúsinum, tí tey eru púra ongan veg komin enn.