Talan er um ógvuliga týdningarmikla uppgerð fyri føroyska fótbóltslandsliðið, tá ið tað klokkan 19.45 verður HM undankappingardystur suðuri í Gibraltar.
Føroyar eru styrkismettar væl hægri, enn Gibraltar er, Føroyar vunnu í juni 2-1 á heimavølli ímóti Gibraltar, og Føroyar verða roknaðar at vera favorittur ímóti Gibraltar í kvøld.
Síðani Eyðun Klakstein síðsta heyst tók við sum venjari, hava Føroyar spælt sjey dystir. Føroyar hava vunnið tvær ferðir – á útivølli ímóti Armenia og á heimavølli ímóti Gibraltar – og Føroyar hava tapt fimm dystir – umframt á heimavølli ímóti Kroatia – endaði vinadysturin í Georgia við 1-0 tapi, vinadystirnir í Montenegro og Kekkia í vár endaðu við ávikavíst 1-0 og 2-1 tapi, og Føroyar taptu 1-0 í Norðurmakedonia í UEFA Nations League.
Allir dystirnir eru endaðir við eitt mála sigrum og tapum, og tað kann gott vera, at tað aftur í kvøld verður tepurt.
-Ímóti Kroatia vóru vit nøgdir við avrikið, sum var gott. Við iðra okkum um, at tað ikki eydnaðist at vinna stig, tí vit høvdu málmøguleikar. Í kvøld snýr tað seg um at vinna, og so verður tað harvið, hvussu spælið verður. Vit hava okkara skipan og ætlan, og um tað vísir seg at vera torført at fáa spælið at rigga á slitna graslíkisvøllinum, so eru vit fyrireikaðir uppá møguleikan at stríða okkum til úrslitið, sum vit ætla okkum at røkka, sigur Eyðun Klakstein.
Tá ið hópurin til dystirnar ímóti Kroatia og Gibraltar varð úttikin segði Eyðun Klakstein, at tað fór at verða brúk fyri nógvum spælarum. Fríggjakvøldið vóru 16 spælarar á vøllinum, og sammett við fríggjakvøldið, so hevur venjarin sett seks nýggjar spælarar at vera millum teir fyrstu ellivu í kvøld.
Nýggir eru Jann J. Benjaminsen, Samuel Johansen Chukwudi, Martin Agnarsson, Géza Dávid Turi, Jóannes Bjartalíð og Páll A. Klettskarð. Teir avloysa Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, sum er leikbannaður, Viljorm Davidsen, Jákup B. Andreasen, Hanus Sørensen og Meinhard D. Olsen.
Føroyar: Mattias H. Lamhauge – Jann J. Benjaminsen, Samuel Johansen Chukwudi, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Martin Agnarsson – Árni Frederiksberg, Géza Dávid Turi, Brandur Hendriksson Olsen, Jóannes Bjartalíð – Páll A. Klettskarð