Tað er stór kapping millum víkingarnar

B68 hevur skift tríggjar spælarar, meðan Víkingur saknar ein av teimum, ið plagar at eiga stóran leiklut

Klokkan 17 verður oyggjauppgerð í Sarpugerði, har Víkingur er vertur, og har B68 er gestur.

 

Eftir tvey umfør hevur Víkingur seks stig, og tí er eingin orsøk at broyta nakað. Olaf Bárðarson er ikki tøkur, og eingin er raktur av leikbann. Tað ber við sær, at eitt nú Martin Klein Joensen, Signar á Brúnni og Bergur Gregersen eru á beinkinum. Einki er at síggja til Andreas Lava Olsen.

 

B68 vann fyrsta stigið, tá ið tað endaði 1-1 við Margáir ímóti EB/Streymi. Sammett við ta ferðina hevur Jákup á Borg gjørt tríggjar broytingar á B68 liðnum.

 

Ein broyting er, at Tórður Thomsen hevur loyst Terja Brynjarsson av millum stólparnar. Tórður Thomsen er komin fyri seg eftir skaðasteðg.

 

Vongverjin Fríði í Túni Petersen er leikbannaður, og miðverjin Aron Reinert Hansen er á beinkinum. Nýggir millum teir fyrstu ellivu – umframt Tórð Thomsen – eru miðverjin Hjalti Strømsten og vongverjin Bárður Ó. Jensen.

 

Víkingur – B68: Heini Ziskaskon Viðoy kl. 17.00.