Tað eydnaðist ikki at fáa semju um illa umstrídda málið um gongd í haga. Tað má Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í landbúnaðarmálum, ásanna eftir at hann hevur havt fund við partarnar hesar seinastu dagarnar.
Tað eru nú nøkur ár síðani, at roynt var at finna ein máta at skipa hesi viðurskiftini, men allar royndir eru miseydnaðar.
Nú fall tað so Magnusi Rasmussen í lut at finna semju, og fyrr í mánaðinum gjørdi hann greitt, at nú fór hann at gera eina seinastu roynd. Miseydnaðist tann royndin eisini, fór hann at leggja málið fyri samgonguna aftur fyri at vita, hvat so er til ráða at taka.
Les meiri um tað her: Hann kann ikki liva við hesum longur
Men nú, hann aftur hevur havt fund við partarnar, má hann ásanna, at tað bar ikki til at fáa semju. Samstundis er hann bundin at orðunum í samgonguskjalinum har tað stendur, at málið skal loysast í semju ímillum allar partar. Í samgonguskjalinum stendur: Funnið verður fram til eina semju millum jarðareigarar/festarar og ferðavinnuna saman við lands- og kommunalum myndugleikum at skipa ferðing í náttúruni á burðardyggum grundarlagi og at samskipa gjøld og annað, soleiðis at ferðavinnan hevur støðugar og tryggar karmar at arbeiða undir.
Magnus Rasmussen sigur, at tað var eisini eitt stórt mál at seta sær at finna semju ímillum allar partar, og tað vísti seg eisini, at tað bar ikki á mál, tí áhugamálini eru so ymisk.
Magnus Rasmussen sigur, at nú tað ikki eydnaðist at finna semju í hesum umfari, má hann staðfesta, at tað bar ikki mál at røkka setninginum í samgongumálinum, fer hann at taka málið upp í samgonguni. Hann sigur, at hann hevur boðað løgmanni frá støðuni og hetta fer samgongan so at taka málið í næstu viku.
Spurningurin er so, hvar er til ráða at taka. Magnus Rasmussen hevur eina meining um viðurskiftini, men tað hevur hann ikki viljað greitt frá higartil – og tað vil hann heldur ikki nú. Men nú fer hann at greiða samgonguni frá sínum sjónarmiðjum og so kann samgongan taka støðu út frá tí.
Hann sigur, at hann fer ikki at smoyggja eina loysn niður yvir høvdið á nøkrum. Men úrslitið kann vera at seta eina partvísa loysn í gildið og at seta tað í verk, sum semja meiri ella minni er um – fyri at fáa glið á málið og flyta málið tann rætta vegin.